Í farnu viku var ein havtaska borin inn á Havstovuna. Havtaskan, sum var fingin á Skeivabanka síðst í oktobur, var merkt á Norðhavinum í 2011. Hesum boðar Havstovan frá í dag.
Longdarmátingarnar siga frá, at havtaskan er voksin úr 53 sentimetrum tá hon var tikin fyrru ferð, til 77,5 sentimetrar, tá hon var fiskað aðru ferð. Tað vil siga, at hon veksur við 7,3 sentimetrum um árið, ella nærum líka skjótt sum toskur.
Goymslumerkið verður opererað inn undir skræðuna á fiski, og skrásetir hita og dýpi, inntil minni á merkinum er fult. Hetta goymslumerkið hevði skrásett hita og minni inntil 24. mars 2013. Mátingarnar vístu, at havtaskan stórt sæð hevði hildið seg millum 100 og 200 metra dýpi.
Tá havtaskan kom í trolið á Skeivabanka, varð han væl djypri enn tað, sum var skrásett á goymslumerkinum. Havstovan sigur, at hetta stuðlar upp undir ástøðið um, at havtaskan, tá hon er nóg búgvin, fer at ferðast til djúp gýtingarøki um veturin. Aðrar merkingar hjá Havstovuni hava víst, at júst Skeivibanki er eitt av gýtingarøkjunum hjá havtasku.