Merkta grindin farin suður í Bankarennuna

Grindahvalirnir, ið vórðu merktir á Fuglafirði 3. september, vóru fyrstu náttina í Kallsoyarfirði, men hava síðan ferðast suðureftir, suður á Munkagrunnin.

Hvalirnir eru nú komnir suður um Bankarennuna, í eitt øki eystur av Bankarygginum, eisini nevnt Wyville-Thomsons ryggurin. Teinurin er 150 fjórðingar.

 

Við góðari hjálp frá fólki á bátum og á landi var merkta grindin, ið taldi um 50 hval, rikin úr Kallsoyarfirði og inn á sandin í Fuglafirði, har tríggir hvalir vórðu merktir. Umframt ein sendara, ið bert vísir knattstøður, var ein sendari festur á, ið upplýsir um atburðin, tá hvalurin kavar. Triðji sendarin varð festur á bakið á hvalinum, aftanvert hornið. Hesin sendarin hevur samband við ein hitamátara, ið varð førdur niður í kíkin. Tíðarmátingar av hitanum í kíkinum siga nakað um, nær hvalurin fær sær føði. Sendararnir viga millum 60 og 300 gramm. Havstovan takkar øllum, sum á ein og annan hátt hjálptu til við merkingini, skrivar Bjarni Mikkelsen, eindarleiðari – Havsúgdjór, og lívfrøðingur, á hav.fo.

 

##med2##

 

 

 

.