18. og 19. desember skipar MESS fyri innandura fótbóltskapping fyri bæði kvinnur og menn í høllini á Kambsdali, við stórum vinningum til tey bestu. Vinnandi liðini fáa gávukort á 3.000 kr. frá Hvonn. Nr. 2 fáa 1.500 kr. gávukort og nr. 3. fáa 1.000 kr. gávukort.
Fimm persónar skulu vera á hvørjum liði, fýra á vøllinum í senn.
Fimm lið eru í hvørjum bólki, og tað eru ongar treytir fyri, hvussu liðið er samansett.
Luttøkugjald á 500 kr. skal gjaldast á konto 6460 - 182.218.9 í seinasta lagi mánadagin 14. desember. Viðmerkjast skal fartelefon nummar. Fyrireikarar gera greitt, at tað er avmarkað atgongd, tí skal meldast til sum skjótast.
Tilmelding fer fram við at skriva til mess@mess.fo. Upplýs kontaktpersón, fartelefon nr. og navn á liði.
Allan leygardagin verður fótbóltur úr Premier League vístur á stórskíggja. Eisini verður møguleiki fyri at spæla dart, fussball og air hockey.
Aldursbólkurin er 17 ár og eldri.