Hann varð í fjør kosin heimsins besti fótbóltsspælari.Í kvøld prógvaði hann - enn eina ferð - hví. Arsenal byrjaði annars dystin væl og legði seg at odda 1-0. Theo Walcott fór tvísporandi avstað í høgru síðu, og legði bóltin innfyri til Nicklas Bendtner, ið skoraði. Tað var so tað, ið Arsenal hevði at bjóða uppá.
So tóku Barcelona og Lionel Messi yvir. Fyrst smekkaði hann til uttanfyri brotssteigin og javnaði. Løtu seinni varð hann spældur leysur í brotssteiginum og legði Barcelona á odda. 21 minnuttir eftir 21. minutt, tá Messi skoraði sítt fyrsta mál, skoraði hann sítt triðja mál og harvið hattrick. Messi bleiv spældur leysur, og lyfti bóltin uppum Arsenal málmannin og í mál til 3-1.
Í seinna hálvleiki royndi Arsenal at koma seg, men Barcelona vardi væl fyri, og hótti javnan í hinum endanum. Stutt fyri tíð, skoraði Messi sítt fjórða mál, tá hann í aðru atløgu fann eitt hol millum beinini á Arsenal málmanninum, og skoraði til endaliga úrslitið 4-1 til Barcelona.
Nú er greitt at onnur av Champions League hálvfinalunum verður millum Inter Milan og FC Barcelona.
Champions League:
FC Barcelona ? Arsenal(3-1) 4-1
0-1 Nicklas Bendtner(18)
1-1 Lionel Messi(21)
2-1 Lionel Messi(37)
3-1 Lionel Messi(41)
4-1Lionel Messi(88)
Barcelona vinnur samanlagt 6-3