Messi, ”messy” og Martinez: Argentina er víðari

HM 2022: Í einum ótrúliga dramatiskum dysti vann Argentina á Hollandi

Mynd: (Scanpix) Lionel Messi fegnast

Argentina er víðari til hálvfinaluna í HM-endaspælinum. Lionel Messi og hansara liðfelagar vunnu í kvøld ein dramatiskan sigur móti Hollandi. Tað endaði 2-2 í vanligari leiktíð og tað skuldi brotsspørk til, áðrenn Argentina vann.

 

Dysturin fer í søguna sum ein av teimum dramatisku og óruddiligu – nevnd ”messy” á enskum. Argentina var á odda 2-0, men Hollandi javnaði tíggju minuttir inn í yvirtíðina. í brotssparkskappingini var litríki málverjin hjá Argentina, Emiliano Martinez, sum bleiv avgerandi.

 

Dystargongdin

 

Í fyrra hálvleiki hevði Argentina munin. Lionel Messi var neyvur á bóltinum, meðan eitt nú Cody Gakpo hjá Hollandi, ikki meganði at liva upp til góðu gongdina fyrr í HM-endaspælinum.

 

Argentina fekk hol á, tá Lionel Messi hegnisliga fann høgra bakkin, Nahuel Molina, sum kom drønandi framvið. Sermerkt við avleveringini var, at Lionel Messi næstan ikki hugdi upp, áðrenn hann spældi bóltin millum verjuspælararnar hjá Hollandi.

 

Í seinna hálvleiki hevði Argentina bóltin fyri tað mesta og tað tóktist sum avgerandi, tá Denzel Dumfries feldi vinstra bakkin Marcos Acuna í brotsteiginum. Lionel Messi, sum brendi brotsspark í bólkaspælinum, umsetti til mál. Hann hevur nú tangerað metið hjá Gabriel Batistuta, sum er tíggju mál í HM-endaspølum.

 

Holland sendi nú teir stóru menninar á vøllin. Ein teirra, Wout Weghorst, stútaði eitt innlegg í málið sjey minuttir fyri tíð. Síðani bleiv tað dramatiskt og dómarin kundi sikkurt givið fleiri gul – enntá okkurt reytt – seinastu løtuna.

 

##med2##

 

Tað endaði so dramatiskt og minnisríkt, sum tað kundi. Tí tíggju minuttir inn í yvirtíðina javnaði Wout Weghorst eftir eitt frísparkssmáspæl, sum ikki hevur sæð sín líka síðani Thomas Brolin í 1994 og Javier Zanetti í 1998.

 

Nú stóð Holland við betri kortunum á hondini, men sum longda leiktíð gekk tók Argentina aftur yvir. Tað endaði við nøkrum nærgangandi royndum, men ikki máli. Tí varð – fyri aðru ferð í dag – farið til brotssparkskapping.

 

#med3##

 

Eins og fyrr í dag, so brendi fyrsti skjúttin. Tað var Virgil van Dijk hjá Hollandi. Aftaná trillaði Lionel Messi bóltin í málið. Holland brendi aftur í aðru royndini, so sjálvt um Enzo Fernandez eisini brendi fyri Argentina seinni, eru Lionel Messi og landsmenninir víðari. Argentina skal nú møta Kroatia í hálvfinaluni.

 

Holland - Argentina 2-2 (0-1) 2-2 eftir longda leiktíð

 

0-1 Nahuel Molina, 35

 

0-2 Lionel Messi, 73

 

1-2 Wout Weghorst, 83

 

2-2 Wout Weghorst, 90+11

 

Argentina vinnur upp á brotsspørk 4-3

 

Mynd: (Scanpix) Lionel Messi fegnast

Mynd: (Scanpix) Rokaligur dystur

Mynd: (Scanpix) Emiliano Martinez (t.v) og Luuk de Jong hjá Hollandi