Sangsolistar hava tá aloftast verið heintaðir úr tí ríka tónleikaumhvørvinum í Reykjavík, og í ár tók kórið tí stig til eisini eina framførslu í íslendska høvuðsstaðnum við einum víðkaðum Havnarkóri, øllum fýra solistunum íslendingar, og orkestrið eisini mannað har á staðnum.
Við stórum fagnaði fór tann framførslan fram í Langholtskirkju í Reykjavík næstseinasta sunnudag.
Nú um vikuskiftið vitja íslendsku solistarnir so hendanvegin til eina framførslu í Fuglafirði og eina í Havn saman við víðkaða Havnarkórinum og føroyskt mannaðum orkestri.
Framførslurnar verða í Fuglfarða Kirkju leygardagin kl. 17.00 og í Vesturkirkjuni sunnudagin kl. 16.00.