Leygardagin 12. desember klokkan 16 fer Havnarkórið saman við solistum og orkestri at framføra Messias hjá G.F. Händel í Vesturkirkjuni í Havn.
Solistarnir, sum koma úr Íslandi, eru Hallveig Rúnarsdóttir (sopran), Sesselja Kristiansdóttir (alt), Eyjólfur Eyjólfsson (tenor) og Ágúst Ólafson (bass).
Konsertin í Vesturkirkjuni er ókeypis. Tó eru fólk vælkomin at stuðla tiltakinum við einari peningagávu, um tey hava hug til tað.
Tá Georg II fyrstu ferð hoyrdi Halleluja-kórið úr Messias, reistist hann seg úr stólinum av berum ovfarakæti. Líka síðan hevur siður verið, at áhoyrarar reisast, tá kendi kórsatsurin endar annan part av Messias.
Upp á hálvan fjórða minutt syngur kórið við teirri kendu rútmuni fleiri enn sjeyti ferðir "halleluja".
Hetta tónleikaliga gleðisróp er ikki bara at skilja sum endin av øðrum parti av Messias, men at Händel eisini vil vísa, at Gud endaliga hevur víst sína megi við Jesu uppreisn frá deyðum.
- Oratoriið hjá Händel er hjá mongum kring allan heim fastur táttur av fyrireikingini til jólini. Ein siðvenja, sum eisini føroyingar hava tikið til sín, siga fyrireikararnir av konsertini í Vesturkirkjuni leygardagin.