MEST gjørt avtalu við Rolls Royce

MEST umboðar nú Rolls Royce í Føroyum innan ymiska útgerð, eitt nú kranar, spøl og skrúvuútgerð.

Skipasmiðjan MEST hevur umboðað Brattvaag trolspøl í 25 ár, og royndirnar við hesum spølum hjá føroyska skipaflotanum hava verið góðar øll árini. Tá navnframa fyritøkan Rolls Royce Marine fyri nøkrum árum síðan keypti norsku fyritøkuna Brattvaag, varð í heyst gjørt av at víðka um samstarvið við MEST.

 

Um somu tíð keypti Rolls Royce eisini norsku fyritøkuna, sum framleiðir ABAS ODIM-kranarnar, sum eru kendir kring allan heim, og avtala varð eisini undirskrivað millum Rolls Royce og MEST í fjør heyst um samstarv á sjóvinnuøkinum.

 

- Avtalan fevnir millum annað um Brattvaag-spøl, Liaan-skrúvur, Ulstein-skrúvuútgerð, Tennfjord-stýrimaskinur, Rauma-spøl og Rolls Royce-kranar (fyrr kend sum ABAS ODIM), sigur MEST við in.fo.

 

Rolls Royce-kranarnir (fyrr ABAS ODIM) eru umborð á skipum á øllum heimsins høvum. Valt varð at keypa hesar norsku kranarnar, tí teir hóska væl inn í vøruútboðið hjá Rolls Royce, sum er kent fyri at umboða hægstu góðsku.

 

Kranarnir eru kendir fyri langa livitíð og lágar kostnaðir til viðlíkahald, og menningin av kranunum hevur frá byrjan lagt seg eftir at brúka lætt og haldført tilfar, bæði hvat viðvíkur stáli, hydraulikki og elektrónisku útgerðini.  

 

MEST varð fyri stuttum góðkend av Arbeiðseftirlitinum at góðkenna kranar av øllum sløgum, og við nýggju avtaluni koma MEST-starvsfólk eisini á viðkomandi skeið hjá Rolls Royce. 

 

- Vit ætla eisini javnan at skipa fyri skeiðum og fyrilestrum fyri maskinmonnum hjá okkara viðskiftafeløgum í Føroyum, og hetta verður gjørt fyri at tryggja eina so góða røkt av útgerðini sum gjørligt, sigur Bogi Kirke, innkeypsleiðari hjá MEST, sum er maðurin á viðheftu mynd.