Sjey mans frá skipasmiðjuni MEST hava seinastu vikurnar verið í Danmark í samband við viðlíkahaldsarbeiði á Smyril. Hetta vóru leingir dagar har menn arbeiddu 12 tímar hvønn dag – og loystu uppgávurnar uppá styttri tíð enn ætlað.
Arbeiðið fevndi um týdningarmiklar partar av útgerðini hjá Smyrli – eitt nú:
- Klassing av reduktiónsgervið og yvirháling av OD. boxum í samband við skrúvurnar
- Veitt nýggjar pakkdósir til skrúvuakslar
- Veitt lutir og umvælt dekkspøl
- Veitt lutir í samband við umvæling av bógskrúvum
- Veitt og ísett desorbarar til reinsan av stevnirørsolju
- Veitt og skift Vulkan kobling millum gervið og høvuðsmotor 1
Menn vóru til dystin fús og vóru afturboðanirnar frá leiðandi starvsfólkum á skipasmiðjuni sera jaligar. Millum annað varð nevnt, at MEST toymið framdi arbeiði innan munandi styttri tíð enn teir vóru vanir við á Lindø.
Smyril er sum kunnugt nú byrjaður uppá sigling aftur millum oyggjarnar.