Mynd: Dávur Winther

Metár hjá reiðarínum Palla hjá Mariannu í Klaksvík

Reiðaríið P/F Palli hjá Mariannu hevði eitt gott ár í fjør

 

 

Mynd: Dávur Winther

Ongantíð áður hevur so nógv ligið eftir á botnlinjuni hjá P/F Palla hjá Mariannu, sum í fjør. Tað vísir roknskapur felagsins, sum er almannakunngjørdur á roknskaparportalinum Vinnuvitan.biz.

Høvuðsvirksemi felagsins hevur í roknskaparárinum verið at umsitið feløgini P/F 5. juni 1992, P/F Christian í Grótinum, Sp/F Frá 27. juni 2007, P/F Hvalnes, Sp/F Amarant og Sp/f Matr. nr. 986a, Klaksvík.

Samtakið eigur allan partapeningin í hesum feløgum, sum millum annað reka skipini Christian í Grótinum og Norðborg.

Felagið skrivar í ársfrágreiðingini, at ársúrslitið hevur verið 115,5 milliónir krónur, sum er góðar 14 milliónir krónur hægri enn árið fyri.

Sølan hækkaði við 107 milliónum úr sløkum 391 milliónum upp í góðar 498 milliónir í fjør.

Aðrar rakstrarinntøkur hjá felagnum hækkaðu úr 420.000 krónum í 2021 til slakar 12 milliónir krónur í fjør.

Veiðuvirði hækkaði í 2022 við 106 milliónum krónur. 

– Høvuðsorsøkin til hækkingina er, at vit í 2022 fiskaðu umleið 6.000 tons meira av makreli enn í 2021. Harumframt var kvotan av lodnu 4.800 tons í 2022 í mun til 1.600 tons í 2021, skrivar felagið.

Lodnan var í 2021 seld fyri ein søguliga høgan prís, umleið 15 krónur fyri kilo í miðal.

– Miðalprísurin í 2022 var 6,9 krónur kilo. 

– Vit fiskaðu áleið 2.000 tons meira av sild í 2022. Hinvegin lækkaði svartkjaftakvotan , og vit fiskaðu umleið 2.000 tons minni í 2022 enn í 2021. Miðalprísurin á makreli, sild og svartkjafti var betri í 2022 enn í 2021. Harumframt hevði prísurin á lýsi og mjøli roynst betri í 2022 enn í 2021.

Útreiðslurnar hjá felagnum hækkaðu við sløkum 43 milliónum úr 186 milliónum í 2021 til 228,7 milliónir í 2022. 

– Størsta einstaka hækkingini  kom av hægri útreiðslum til brenniolju sum hækkaði við góðum 27 milliónum. Umframt hetta hækkaðu útreiðslurnar til tilfeingisgjald við 7,7 milliónum krónum. Hinvegin lækkaðu útreiðslurnar til viðlíkahald við 6,3 milliónum frá 2021 til 2022.

Starvsfólkakostnaðurin hjá samtakinum hækkaði í árinum við 30 milliónum krónum til 148,7 milliónir. Høvuðsorsøkin til hesa hækking er eitt hægri veiðivirði á 106 milliónir krónur, sum beinleiðis ávirkar hýrurnar hjá manningini á skipunum.

Úrslitið áðrenn rentur gjørdist 110,9 milliónir krónur, sum er 38,6 milliónir hægri enn í 2021. Úrslitið í 2022 er ávirkað positivt av vinningi í sambandi við søluna av M/S Christian við 11,8 milliónum krónum.

Í 2022 hevur felagið goldið 63,5 milliónir krónur í tilfeingisgjaldi og 2,7 milliónir krónur til trygdargrunnin. Umframt hetta skal felagið gjalda 13,7 milliónir krónur í partafelagsskatti. Samanlagt hevur felagið útreiðslur á 79,6 milliónir krónur til skatt og avgjøld í 2022.

Leiðslan felagsins væntar, at úrslitið fyri 2023 eisini verður positivt.

Støðisognin hjá samtakinum er góðar 826 milliónir krónur. Eginpeningurin er 915 milliónir krónur. Felagið hevur goldið 11,5 milliónir krónur í vinningsbýti til partaeigararnar.

Stjóri í Palli hjá Mariannu P/f er Jan Petersen.

Nevndarformaður er Kristian Martin Rasmussen. Nevndarlimir Bogi Rasmussen, Eyðun Rasmussen, Jón Rasmussen og Jan Petersen.

 

Mynd: Dávur Winther