Metár hjá Atlantic

Flúgvingin uttanfyri Føroyar tryggjaði Atlantic Airways framgongd í fjør. Umsetningurin vaks við 35 milliónum úr 199 uppí 234 milliónir krónur. Størsti parturin av vøkstrinum stavar frá flúgving í útlondum, og vaks útflutningsvirðið úr 48 milliónum til slakar 74 milliónir krónur. Hetta svarar til, at umleið ein triðingur av inntøkuni hjá felagnum, kemur úr útlondum.
Endaliga úrslitið aftaná skatt var í fjør 14.171.174 krónur móti 9,7 milliónum árið fyri. Hetta er besta úrslit felagið hevur rokkið higartil, og eginognin er nú stívar 126 milliónir krónur.
Aðalfundur í Atlantic Airways verður síðst í mei mánaði.