Serviðgerð uttanlands
?Vit skulu verða ógvuliga varin at skerja møguleikarnar hjá sjúklingum, sum verða sendir uttanlands í viðgerð, at fáa fylgjara við sær.
Tað heldur Thyra Thorsteinsson, fyristøðukvinna á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Í Sosialinum í gjár fortaldi Bill Justinussen, landsstýrismaður í familju- og heilsumálum, at ætlanin er at seta eina nýggja kunngerð í gildi um, hvørjir sjúklingar kunnu hava fylgjara við sær, tá ið teir verða sendir uttanlands at fáa serviðgerð.
Eftir nýggju kunngerðini verður meginreglan tann, at vaksnir sjúklingar fáa ikki fylgjarar við sær. Higartil hava børn undir 16 ár havt rætt at fáa fylgjara við sær, men eftir nýggju kunngerðini verður aldursmarkið hækkað til 18 ár.
Tó kunnu undantøk gerast í serligum førum, so at eisini vaksin fólk kunnu fáa fylgjara við sær, tá ið tað verður mett at hava týdning fyri viðgerðina og somuleiðis kunnu børn í ávísum førum hava meiri enn ein fylgjara við, eitt nú bæði foreldrini.
Bill Justinussen sigur, at í nýggju kunngerðini verður meginreglan, at játtanin á fíggjarlógin i til serviðgerð uttanlands, skal júst brúkast til serviðgerð og ikki til útreiðslur til ferðing og gisting hjá fylgjarum og fleiri ferðir hava røddir verið frammi um, at føroyingar hava serliga góðar sømdir at fáa fylgjara við sær og at tað viðhvørt hevur verið við at tikið yvirhond.
Hevur sera stóran týdning
Ein av teimum, sum heldur, at vit skulu hugsa okkum ógvuliga væl um, áðrenn vit skerja møguleikarnar hjá sjúklingum at hava fylgjara við, tá ið teir verða sendir uttanlands at fáa serviðgerð, er Thyra Thorsteinsson, fyristøðukvinna á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
? Tað hevur í nógvum førum sera stóran týdning, at sjúklingar, sum verða sendir uttanlands, fáa fylgjara við, eisini vaksnir sjúklingar.
Hon heldur at tað ikki minst hevur týdning fyri sálarstøðuna hjá sjúklinginum, at onkur er við teimum, sum tey kenna og sum kann ganga teimum til handa og annars greiða alskyns viðurskifti fyri te. Hon sigur, at sjúka førir ofta við sær, at sjúklingurin í veruleikanum ikki longur hevur tamarhald á støðuni, sum tey høvdu ímeðan tey vóru frísk og tí skal týdningurin av einum fylgjara ikki undirmetast.
? Sjúk fólk eru mangan illa fyri, Tey orka illa at hugsa og tað vísir seg ofta, at tey klára heldur ikki at miðsavna sínar tankar um tað, sum læknin greiðir teimum frá. Tað ber ikki til hjá teimum at savna hugan um tað, sum læknin fortelur teimum, so longu heilt stutt aftaná, minnast tey mangan lítið og onki aftur av tí, sum læknin hevur sagt.
? Tá er tað ógvuliga umráðandi, at tey hava onkran hjá sær, sum kann hjálpa teimum og sum kann minnast alt fyri tey.
Hon sigur, at hon hevur verið úti fyri, at vaksnir sjúklingar, sum Suðuroyar Sjúkrahús hevur sent til Danmarkar, hava ringt grátandi heim av flogvøllinum í Kastrup, tí tey vistu ikki, hvussu tey skuldu sleppa á Ríkissjúkrahúsið, hóast tað varð greitt teimum væl og virðiliga frá tí, áðrenn tey fóru og hóast tey søgdu, at tey høvdu skilt tað fult og heilt.
? Men veruleikin er, at sjúklingar fáa mangan lítið við av tí, sum verður tosað við tey og tí er tað í nógvum førum sera umráðandi at hava onkran við sær at hjálpa sær. Og tað, at vera um ein sjúkling, er mangan samdøgurs-sarbeiði.