Forsangarin í Metallica, James Hetfield, dámar ógvuliga væl føroyska tónleikabólkin Týr. Sandoyarportalurin hevur funnið fram til hesa søguna, eftir at Terje Skibenæs, gittarleikari í Týr, skrivaði um tað á Facebook síðu síni.
James Hetfield skrivar soleiðis um Týr á sosialu netsíðuni Instagram: »A little obsessed with these guys at the moment. #Faroe Islands #WykingMetal«. Leystliga umsett merkir tað, at James Hetfield sigur seg vera ógvuliga hugtiknan av føroysku tónleikarunum, sum spæla tað, hann rópar víkingamálm.
Aftrat regluni um Týr á Instagram, hevur Hetfield lagt eitt sokallað skermprent av síni telefon, har tað sæst, at hann lurtar eftir Sinklars Vísu hjá Týr. Tey eru mong, sum fylgja Hetfield á Instagram og ikki færri enn 1717 av teimum hava í skrivandi stund givið til kennar, at teimum dámar væl boðini frá Hetfield.
Terji Skibenæs ger á sínari Facebook-síðu greitt, at hann er ógvuliga fegin um, at ein so viðurkendur tónleikari sum forsangarin í Metallica lurtar eftir Týr, og á Instagram sæst Heri Joensen, forsangari í Týr, takka Hetfield fyri, at hann nevnir føroyska tónleikabólkin.
Sí Instagram-síðuna hjá James Hetfield har hann umrøðir Týr her: instagram.com/p/X5LxFFPBg2
Myndir: James Hetfield undir einari konsert og síðani eitt skermprent av Instagram-síðu hansara