Tað mátti koma. Deep Purple gjørdu tað seint í 60?unum. Frændur gjørdu tað síðst í 90?unum.
Og her eru so Metallica, ílætnir symfonisku klangirnar, ið dirigenturin Michael Kamen hevur snikkað til. 20 sangir, har ímillum mongu klassikararnir hjá amerikanska (ja, trummusláarin er danska undantakið Lars Ulrich) fáa eina nýggja dimensjón. Alt spælt live og við tí yvirskoti av orku, sum liveframførslur ofta hava.
Tú skalt eisini bíða meira enn 12 minuttir, áðrenn tú yvirhøvur hoyrir sang. Men tað ger onki. Mettalica hevur altíð givið sær góða tíð at peila seg ordiliga inn í ráa riffheimin, áðrenn fantastiski sangarin Hetfield opnar fyri slúsunum.
Hetta hendir so á lagnum Master Of Puppets ? ein av mongu klassikarunum hjá heimskenda bólkinum. Perlurøðin av klassikarum er eisini øll við á hesi dupult fløguni. Fantastiska lagið Nothing Else Matters, Wherever I May Roam, Sad But True, One, Enter Sandman...
Ja, her er rockur fyri allar pengarnar. Og so eisini strúkarar, blásarar, ein symfonisk inngangur fyri og annar eftir. Og blandið riggar oftani væl. Michael Kamen hevur gjørt eitt flott arbeiði við sínum arrangementum. Onkuntíð luktar produktiónin eitt sindur av tvingsil. Tað er líkasum, at løgini vaksa bara í vavi, men ikki í dygd, tá klassiska konseptið fer í ball saman við heimsins fremstu headbangarum.
Hetta er heldur ikki rætta fløgan at byrja við, um tú onga fløgu eigur við Metallica frammanundan.
Útgávan er meira eitt kuriosum hjá teimum, ið dáma at drekka gamalt vín í nýggjari innbjálving.