Tað skuldi ein heilkiksari til, áðrenn hollendski málverjin hjá Manchester United, Edwin van der Sar misti metið hjá sær.
Í 1311 minuttir, sum svarar til 14 1/2 fótbóltsdyst, megnaði hollendingurin, Edwin van der Sar at halda málið hjá Manchester United reint í Premier League.
Tá 9 minuttir vóru spældir av dystinum í gjárakvøldið millum Newcastle og Manchester United á Saint James Park í Newcastle, megnaði Edwin van der Sar ikki at halda einum skoti frá Jonás Gutiérrez. Danski framherjin hjá Newcastle var skjótur at gera sær dælt av mistakinum hjá tí hollendska málverjanum, og beindi hann bóltin í netið til 1-0 til Newcastle.
Van der Sar gjørdi tó skaðan góðan aftur við nøkrum góðum bjargingum seinni í dystinum, sum Manchester United vann 2-1