Landsliðið hevur nú havt fimm vejingar í Marbella í suðurspania fram til vejingarlandsdystin móti Liktenstein, sum verður í morgin. Seinasta venjingin var í morgun, og gav fleiri ábendingar um liðið.
Les eisini:Tróndur Jensen um landsliðið
Tað tykist fyri vist, at Tróndur Jensen úr HB byrjar inni á miðvøllinum saman við Halli Hansson og Brandi H. Olsen. Hóast HB-miðvallarin kom við upp á avboð hjá Róaldi Jakobsen, so hevur hann staðið seg væl til vejing. Tá so Heini Vatnsdal somuleiðis ikki er við, so eru ikki nógvir møguleikar mitt á miðjuni.
Lars Olsen, landsliðsvenjari hevur kunngjørt, at Gunnar Nielsen byrjar í málinum. Hann sigur eisini, at er óvist um Teitur M. Gestsson ella Símun Rógvi Hansen fáa nakrar minuttir, men at tað er ein møguleiki.
Í verjuni verður ein broyting í mun til seinastu dystirnir. Bárður J. Hansen byrjar helst inni á høgra bakki í staðin fyri Jónas Tór Næs.
- Hetta er ein møguleiki hjá okkum at royna okkurt nýtt, so tað er ikki óhugsandi, at ein maður sum Bárður J. Hansen spælir, sigur Lars Olsen.
Sostatt er líkt til, at tað verða hesir 11, sum byrja inni:
Gunnar Nielsen – Bárður J. Hansen, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad, Gilli Sørensen – Tróndur Jensen, Hallur Hansson – Sølvi Vatnhamar, Brandur H. Olsen, Kaj Leo í Bartalsstovu – Jóan Símun Edmundsson