Metlágur kursur hjá Atlantic Petroleum

Atlantic Petroleum hevði einaferð ein kurs á partabrøvunum, ið var heilar 2550 krónur fyri partabrævið. Hetta er ein farin tíð, tí tá marknaðurin stongdi fyri jól var kursurin bert 538 krónur fyri partabrævið í keypsskálanum í Keypmannahavn

Tað merkist hjá teimum, ið eiga partabrøv í fyritøkuni Atlantic Petroleum, at oljuprísurin lækkar. Síðani novembur 2007 er virðið á partabrøvum í Atlantic Petroleum nevniliga minkað við umleið 2000 krónum fyri hvørt partabrævið. Sambært Vilhelmi Petersem, stjóra í Atlantic Petroleum, eru tað oljuprísurin og fíggjarkreppan, ið hava havt hesa gongd við sær.

- Tær flestur oljuaktiurnar eru lækkaðar, so tað er ikki so løgi, at okkara eisini fella, sigur Vilhelm Petersen. Hann leggur afturat, at hann nokk ikki hevði arbeitt har, sum hann arbeiðir, um hann visti nær gongdin fer at venda.

- Heimsbúskapurin er í niðurgongd, og tað er nakað marknaðurin má passa seg til. Vit mugu eisini minnast til at oljuprísurin er lækkaður heilt nógv.

Síðan í julimánaði í ár er oljprísurin lækkaður við 107 dollarum fyri tunnuna.


Seinkar virksemi

Tá virðið á partabrøvum minka, er tað vanliga ikki gott fyri fyritøkuna. Men Vilhelm Petersen ber ikki ótta fyri Atlantic Petroleum.

- Vit byrja framleiðslu í einum brunni fyrst í næsta ár, og í ár hava vit havt sera stórt virksemi. Tað kundi hent seg at virksemi verður seinkað eitt sindur í onkrum øðrum samstarvi vit eru í, men soleiðis verður tað allastaðni, greiður Vilhelm Petersen, stjóri í Atlantic Petroleum frá. Hann greiðir somuleiðis frá, at tað altíð verður stórt fokus á oljuprísinum.