Summarfestivalurin hevur støðugt verið millum heilt væl umtóktu tiltøkini her á landi, síðani fyrsti festivalurin sá dagsins ljós í 2004.
Men tað er líkt til, at áhugin slær øll met í ár. Í mesta lagi verða seld 8.000 vikuskiftispass, og í dag boðar festivalurin frá, at bara 1.000 av hesum eru eftir.
- Forsølan til Summar Festivalin í ár hevur gingið óvanliga væl, og nú ein góðan mánað áðrenn tiltakið verður, boðar festivalurin frá, at bert 1.000 vikuskiftispass til vaksin eru eftir at selja, skriva fyriskipararnir í tíðindaskrivi.
- Vit hava havt nógvar trúfastar gestir, og vit eiga nógvar góðar vinir kring landið, og tí skylda vit fólki at boða frá, at nú er farið at ganga undan við vikuskiftispassum. Vit vilja gjarna geva fólki ein seinasta møguleika at ogna sær eitt vikuskiftispass, áðrenn vit mugu steðga søluni, sigur Erik Biskopstø, sum er ein av fyriskiparunum av Summar Festivalinum.
Summar Festivalurin kunngjørdi fyri jól, at svenski superbólkurin Roxette verður høvuðsnavn í ár, og lítil ivi er um, at hetta er viðvirkandi orsøk til góðu forsøluna.