Metstórt epli í Hvalba

Hvalbingar eru ikki bara óførir, tá tað snýr seg um góðar veðrar og langar sperðlar. Nú er eitt óvanliga stórt epli tikið upp har. Síðst í mai setti Magni Bertholdsen í Hvalba epli niður í eina sanddeild, og tá hann um hálvan oktober tók eplini upp aftur, fekk hann eyga á eitt óvanliga stórt epli.

Suðuroyarportalurin skrivar, at tað stóra eplið vigaði 960 gram, og tvørmátið var 27 cm. Longdin á eplinum var 23.5 cm, og ummálið upp á longdina var 51 cm.

Hetta er ikki heimsins størsta epli, tí hyggja vit í metbókina, so síggja vit, at metið eigur ein bóndi á Isle of Man, sum hevur tikið eitt epli upp, sum vigaði 3.5 kilo.

Men stórt er eplið úr Hvalba, og spurningurin er, um hetta er størsta eplið, sum er tikið upp í Føroyum, spyr Suðuroyarportalurin.