Tað flytir so nógv fólk til Havnar í løtuni, at Býráðið er við at koma í neyð, tí tey klára ikki at útbyggja tær almennu tænasturnar líka stkjótt, sum tørvurin veksur.
Hesi seinastu tvey árini er fólkatalið í Havn vaksið næstan 700 fólk, og roknað verður við, at um nakrar heilt fáar mánaðir er fólkatalið í Tórshavnar Kommunu komið uppá 16.000 fólk.
Tey flestu, sum flyta til havnar, eru ung húski við børnum, og tað leggur stórt trýst á barnaansingina.
Elin Lindenskov, formaður í sosialu nevnd hjá býráðnum, sigur, at tað er ikki dagur at børn ikki verða sett á bíðilista.
Og bíðilistin bara veksur og veksur.
Í løtuni standa 400 børn á bíðilista at fáa ansingarpláss. Tað eru hálvt hundrað fleiri enn fyri nøkrum fáum mánaðum síðani.
Næstan 8 mió meir til barnaansing
Elin Lindenskov sigur, at kommunan hevur ásannað trupulleikan og ger, hvat hon kann fyri at hjálpa uppá hann.
Tí hevur kommunan sett eina metstóra upphædd av á fíggjarlógini komandi ár til ymisk barnansingarendamál.
Tilsamans hevur kommunan sett 35,8 milliónir av til ymisk barnaansingarendamál.
Tað eru heilar 11.250.000 meiri enn í ár, tá ið samlaða upphæddin var 24.575.000 krónur.
Men harafturat ætlar býráðið at byggja bylingshús inni á Gøtu til 42 børn.
Til vanliga barnaansing eru 31,3 milliónir settar av komandi ár, og tað eru 7,6 milliónir meiri enn í ár, nú 23,7 milliónir eru brúktar til barnaansing.
Kortini verða bara talan um ein nettovøkstur uppá 4,3 milliónir, tí tað broytta bytisprosentið, sum landsstýrið hevur boðað frá, stjelur 3,3 millión av hækkingini.
Higartil hava land og kommununur betalt 30% í part av barnaansingini og foreldrini hava betalt tey síðstu 30%.
Men komandi ár skulu kommunurnar betala 5% meiri, so land og kommunur betala 35% í part. Hesi eyka 5% kosta altso kommununi 3,3 milliónir og sostatt verður talan um ein nettovøkstur uppá 4,3 milliónir til vanliga barnanansing.
Men harafturat er ein serlig játtan uppá 2,5 milliónir sett av til onnur ansingartilboð.
Sostatt er talan um ein nettovøkstur til vanliga barnaansingina komandi ár uppá 6,8 milliónir.
Hetta er umframt tað, at ætlanin er at byggja býlingshús inni á Gøtu til 42 børn. Í tí skal eisini spælistova verða til børn, sum eru í dagrøkt.
Og harafturat eru virksemið hjá frítíðarskúlanum eisini økt.
Higartil hevur frítíðarskúlin verið fyri børn í fyrsta flokki. Men komandi ár verður hann eisini fyri børn í 2. flokki. Tað ger, at barnatalið í frítíðarskúlanum er økt uppí 250 børn.
Tað kostar 2 milliónir komandi ár. Í ár kostar frítíðarskúlin 875.000 krónur, so talan er um eina øking á tí økinum uppá 1.125.000 krónur.
Sostatt hevur býráðið netto sett 7,925.000 krónur meiri av til ymisk barnaansingarendamál komandi ár, umframt tær 3,3 milliónirnar, sum hækkaða býtisprosentið kostar, tilsamans 11.225.000 krónur.
Og afturat tí kemur so býlingshúsið Inni á Gøtu.
Ymisk uppskot
Elin Lindenskov sigur, at ymisk uppskot eru um, hvat tær 2,5 milliónirnar skulu brúkast til, sum eru settar av til aðra barnaansing.
Eitt ítøkiligt uppskot er um at seta skipanina í verk aftur at foreldur fingu pengar fyri at ansa børnunum.
Men tað er Elin Lindenskov hart ímóti. Hon heldur, at tað er at taka ábyrgdina frá politikarunum og hon heldur eisini, at tað styðjar uppundir svarta dagrøkt og tað kann kommunan ikki vera við til.
Eg haldi, at vit fáa meiri pengarnar, um býráðið skipar fyri ansingini.
Tosað hevur verið um at gera ein kanning at vita, um foreldur høvdu tikið børnini av bíðilistanum, um tey fingu pengar útgoldnar fyri at ansa børnunum heima
Men eitt annað uppskot er at byggja tey fýra ?donsku³ býlingshúsini út.
Tað ber til at byggja tey út, so at tað verður pláss fyri 20 børnum afturat í hvørjum.
Tey fýra ?donsku³ býlingshúsini eru tað Undir Fjalli, tað Uppi millum Gilja, tað á Ternuryggi og tað Vesturi á Flat.
Tað kostar 4,8 milliónir tilsamans.
Men hinvegin eru nakrir býráðspolitikarir, sum vilja hava onkra heilt aðra loysn, uttan at teir tó hava sett uppskot fram um, hvat skal gerast.
Makta tað ikki
Elin Lindenskov sigur, at trupulleikin við barnaansing er so stórur, at tað eru lítil útlit fyri, at kommunan klárar at nøkta tørvin.
Tað, sum higartil er samtykt, er, at býráðið skal stovna 30 ansingarpláss um árið.
Men tað hava vit ásannað, er alt ov lítið til at nøkta tørvin, tí bíðilistin leypir so skjótt upp.
Men trupulleikin við barnaansing er ein trupulleiki, sum býráðið raðfestir rættiliga frammaliga.
Og tí sigur hon, at fyrst í komandi ári má býráðið viðgerða málið at vita, um ikki enn meiri ferð kann setast á.