Danska stjórnin er til reiðar at hækka markið hjá NATO til beinleiðis útreiðslur til verju til 3,5 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni (BTÚ) og 1,5 prosent til aðrar trygdaravbjóðingar.
Tað segði Mette Frederiksen, forsætisráðfrú í Danmark, tá hon kom á toppfund í litaviska høvuðsstaðnum, Vilnius.
Her fara ríkis- og stjórnarleiðararnir úr Norðurlondum at hitta leiðararnar úr eysturlondunum í NATO-samgonguni. Hetta verður undan NATO-toppfundinum í Haag síðst í juni.
- Eg vóni, at vit á NATO-toppfundinum í Haag fara at semjast um at hækka verjuútreiðslurnar til 3,5 prosent og 1,5 til mótstøðuføri, sigur Mette Frederiksen.
Aðalskrivarin í NATO, Mark Rutte, hevur lagt uppskotið fram fyri NATO-londini undan NATO-toppfundinum síðst í juni.
Hetta hevur verið gjørt í eini roynd at ganga kravinum hjá Donald Trump á møti um, at NATO-londini í framtíðini skulu brúka fimm prosent av BTÚ til verju.
Men tað talið er í roynd og veru ein ov herskin bitir fryi fleiri evropisk lond - og helst eisini fyri sjálvt USA, tí Trump vil bæði veita skattalætta og minka um landsskuld.
Tí er semjuuppskotið hjá Rutte, at 3,5 prosent verða brúkt beinleiðis til verjuna.
##med2##
Hetta er í sjálvum sær ein stórur vøkstur frá verandi NATO-máli upp á tvey prosent av BTÚ.
Nógv NATO-lond brúka helst longu tey seinastu 1,5 prosentini til eitt breitt úrval av øðrum trygdaravbjóðingum, sum hava við verju at gera.
Sambært Rutte kundi talan verið um íløgur í vegir og annað undirstøðukervi, sum kann flyta hermenn og tungar stríðsvognar.
Íløgur í nettrygd og aðrar hættir at berjast ímóti hybridálopum kunnu helst eisini takast við.
Hetta merkir, at tað veruliga talið, sum londini miða eftir, er tey 3,5 prosentini.
- Tá eg bleiv forsætisráðharri, brúktu vit 1,3 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni til verjuna.
- Nú brúka vit meira enn trý prosent. Men tað er ikki nóg mikið. Vit mugu økja útreiðslurnar til verju komandi árini, sigur Mette Frederiksen.
/Ritzau/