MFS vil ikki misnýtast av fjølmiðlunum

Tí søgdu tey lesandi »nei-takk« til innbjóðingina frá Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharra

? Við at bjóða okkum til kjakfund mitt í próvtøkutíðini í januar, og við so stuttari freist, gav forsætisráðharrin okkum ongar møguleikar fyri at vit kundu fyrireikað okkum til fundin, og tí dugdi vit ikki at síggja nakra meining í fundinum. Hetta sigur Flóvin Eidesgaard, sum er formaður í Meginfelag Føroyskra Studenta.

Hann sigur, at tey í MFS tí ikki halda innbjóðingina vera seriøsa, og fata tey tí ikki fundin sum annað enn ein sjarmuoffensivur hjá Poul Nyrup Rasmussen til heiðurs fyri fjølmiðlarnar við føroyskum lesandi sum statistum.

? Hesum vilja vit sum felag ikki vera við til, men annars blanda vit okkum ikki í, hvat tey lesandi á Fróðskaparsetrinum gera.

Flóvin Eidesgaard sigur, at MFS ikki hevur hugsað um bankakanningina, og sigur einki samband vera millum hesa og støðuna hjá felagnum.

? Hetta snýr seg bara um ynski okkara ikki at verða blandað í tað, sum vit meta sum ein sjarmuoffensiv.

MFS vónar ikki, at tað, ið frammi hevur verið í fjølmiðlunum gevur fólka aðra fatan, og at felagsskapurin fegin hittir øll, ið vilja hava felagið á tal, og sum halda, at tað tænir einum góðum endamálið.

? Tey føroysku lesandi hava ongantíð boykotta forsætisráðharran, og MFS harmast um, at felagsskapurin kortini eru misnýttur í fjølmiðlunum at píska ein stemning upp bert fyri at skaða viðurskiftini millum Danmark og Føroyar, sigur Flóvin Eidesgaard, formður í MFS at enda.