Níggju skip seldu yvir telefonuppboðssøluna mánamorgunin. Tey seldu 186 tons fyri knappar tríggjar milliónir krónur. Miðalprísurin var kr. 16.04 fyri kiloið.
Bestu einstaku søluna gjørdi línubáturin Mascot á Toftum. Hann fekk 17,70 í meðal. Hann seldi 17 tons fyri 315.000 krónur. Lægsti meðalprísur var kr. 14,90.
Skipini sum seldu yvir telefonuppboðssøluna fyrrapartin mánadagin vóru umframt Mascot, Fugltúgvan, Klakkur, Munkur, Pison, Sancy, Skúgvur, Thomas Nygaard og Venus.
Toskurin fór fyri í meðal kr. 20.65, hýsa kr. 14,40, hvítingur kr. 9,57, brosma kr. 7,45, longa kr. 13,42 og havtaska kr. 30,77.