Seinasta punkt á skránni á landsfundi Miðfloksins, var val av nevnd.
Fyri vali stóðu Terje Vestergaard og Svein Askildsen. Seinni nevndi er tó fluttur av landinum og í hansara stað hevur Mia av Kák Joensen sitið í nevndini.
Í uppskoti til nýggj umboð í nevndina vóru Arni Abrahamsen, sum situr í nevndini sum umboð fyri Ung í Miðflokkinum, Terje Vestergaard, Jógvan Mortensen, Mia av Kák Joensen og Hjørdis Háberg Petersen.
Úrslitið av valinum gjørdist, at Terje Vestergaard og Hjørdis Háberg Petersen fingu flestar atkvøður og komu harvið í nevndina.
Nýggja nevndin sær sostatt soleiðis út: Poul Jóhan Djurhuus, Jenis av Rana, Arni Abrahamsen, Terje Vestergaard og Hjørdis H. Petersen. Varalimir eru Jógvan Mortensen og Mia av Kák Joensen. Tingmanningin situr eisini fast í navndini, har formaðurin á tingi eisini er formaður í nevndini, Jenis av Rana.
Nevndin skipar seg annars sjálv seinni