Spurningurin er, hvussu miðfloksveljarar kenna tað, nú Miðflokkurin ætlar í samgongu við Tjóðveldi. Hetta var jú flokkurin, ið var upphavið til eina lóg, sum Miðflokkurin stríddist so hart ímóti, og eitt politiskt stríð, sum ivaleyst er orsøkin til stóru framgondina hjá flokkinum.
Skal Miðflokkurin ikki missa trúvirðið, og svíkja sínar veljarar, er minsta mark, at hann tryggjar sær, at eingi mál, sum stríða ímóti tí, sum flokkurin í valstríðnum segði seg vera einastu borgan fyri - nevniliga kristnu virðunum - verða samtykt í hesum valskeiðnum.
Í formansfrágreiðing síni á ársfundinum hjá Miðflokkinum í apríl í fjør nam Jenis av Rana við týdningin av at hava ein kristiligan flokk burturav.
Um tað fer at gera tann mun, sum Miðflokkurin í síni agitatión vil vera við, vil nú koma at vísa seg. Miðflokkurin má tí, umframt tað, sum kemur at standa í samgonguskjalinum, eisini tryggja sær, at samgonguflokkarnir lova ikki at taka undir við møguligum uppskotum frá andstøðuni, um tey stríða ímóti grundhugsjónini hjá Miðflokkinum.
Miðflokkurin sigur seg vera einasta politiska garant fyri, at verja Føroyar ímóti undirgangi. Tað man ikki bara vera mær, at hendan framseting er fallin fyri bróstið.