Miðlarnir og eg ? Arnbjørn Dalsgarð

Dick Turpin, Hemingway og Pink Floyd eru millum favorittarnar hjá ritstjóranum og bókavørinum Arnbjørn Dalsgarð

Mítt blað - dag og vikublað

Information og Weekendavisen. Og vikuskiftisútgávurnar av Sosialinum og Dimmalætting.


Mín heimasíða

Fyrst og fremst www.sleipnir.fo/obg/fob/fob.php (Føroysk orðabók) og www.sprotin.fo (Orðabøkur Sprotans). Google og Wikipedia slepst ikki uttan um sum leitiamboð, men skal eg hava álítandi tilfar á netinum, brúki eg aðrar heimasíður, so sum www.flb.fo/ebi og www.flb.fo/etilfeingi.


Mín tónleikur

Pink Floyd, Leonard Cohen, Whitney Houston, Bruce Springsteen, Lars Winnerbäck og Maria Mena. Mozart og Bach, tá tað skal vera klassiskt.


Mín dvd

Coffee and Cigaretts, Il Postino og Dead Man Walking.


Mítt magasin

New York Times Book Review, Paris Rewiev, Outsider Magazin og Vencil. Og so Rákið, sjálvandi.


Mín sjónvarpsrøð

Dick Turpin og Matador. Orki ikki fyri sjónvarpsrøðum.


Mín bók

Topp 1000? Don Quijote toppar. Hungur hjá Hamsun og Gamli maðurin og havið hjá Hemingway eru eisini smáar perlur. Og so allar prosabøkurnar hjá Raymond Carver.


Mítt útvarp

Bok i P2 (NRK) og Biblioteket i Kulturradion (Sveriges Radio). Eygsjón er eisini ein fín nýggj sending í KvF.


Mín telefon

Sony Ericsson C905 - men hevði tað ikki verið fyri góðskuna á myndatólinum, hevði eg langt síðan havt fingið mær eina iPhone.


Hvat vil tú ikki brúka tíð uppá?

At lurta eftir og lesa tilfar hjá fólkum, sum onki siga.


Hvat irriterar teg í miðlunum?

At tey flestu, sum framleiða tilfar, hava so grunna vitan og av tí sama ikki kunnu perspektivera. Og so hasar longu sendingarnar í útvarpsrásunum við ongari skrá, har vertirnir alla tíðina eru í fokus. Tær gera, at eg ikki tími at lurta eftir føroyskum útvarpi.


Hvat vil tú hava meiri av í miðlunum?

Upplýsandi tilfar, sum fyriheldur seg kritiskt til alt, og sum snýr seg um viðurskifti, sum gera mun. Nógv meira tilfar um mentan, list og vísindi í bæði sjónvarpi, útvarpi og bløðunum, tí eg veit, at tað eru lutfalsliga nógv fleiri fólk í føroyum, sum hava áhuga fyri tí enn fyri ítrótti og poppi.