Mítt blað
Weekendavisen er tað einasta blaðið, eg keypi í pappírsformi. Hana keypi eg av og á. Annars lesi eg Sosialin, Dimmalætting og Norðlýsið á netinum.
Mín heimasíða
Eg eri rættiliga forvitin av lyndi. Tí lesi eg eina rúgvu av heimasíðum gjøgnum dagin. Tað fevnir breitt frá útlendskum - og føroyskum tíðindasíðum til ymiskar fótbóltssíður. Millum føroysku síðurnar eru Portalurin, Kringvarpið, Norðlýsið, Dimma, Mess og kjak.org. Av útlendskum heimasíðum kann eg nevna tíðindasíðurnar hjá Politiken, DR, Berlingske, JP, Altinget, EU-observer, Ræson og BBC.
Mín tónleikur
Eg havi rímuliga rótuttan tónleikasmag. Úr rúgvuni kunnu nevnast Mew, Kashmir, Muse, Depeche Mode, Pet Shop Boys, Leonard Cohen, Kári P og Sigur Rós. Seinasta fløgan eg keypti var Skuggagestir. Eitt nostalgikeyp.
Mítt sosiala netverk
Eg blívi ikki ordiliga klókur uppá mínar Facebook vanar. Tá ið eg havi fingið nokk av innihaldsleysum status´um um, at fólk hava hivað nøkur riv í ovnin, ella breggja sær av, hvussu nógvar metrar tey hava runnið í Yndi í dag, havi eg fleiri ferðir slettað mín profil í illsinni. Men nú havi eg verið á Facebook aftur í eina tíð. Sikkurt forvitni, sum sigrar.
Mítt magasin
Eg haldi eitt magasin. Tað eitur Ræson, sum er ein danskt tíðarrit um altjóða politikk. Innihaldið í magasininum er rættiliga breitt – og greinarnar eru skrivaðar journalistiskt. Tað dámar mær væl.
Eg keypi av og á Euroman. Ofta eru feitar greinar í blaðnum – serliga portrettini og reportasjurnar eru framúr.
Mín sjónvarpsrøð
Dr. Gregory House er glimrandi. Deiliga speiskur og ónøgdur inn á tilveruna. The Daily Show plagi eg eisini at hyggja eftir, tá eg kann.
Californiacation havi eg eisini fylgt við í. Serliga fyrstu sesongirnar. Eitt slag av “Sex in the City” fyri mannfólk
Mín bók
Eg lesi serliga politiskar bøkur. Millum seinastu bøkurnar, eg havi lisið, var tann hjá Einari Már Guðmundsson um kreppuna í Íslandi. Hon var rættiliga áhugaverd. Í løtuni eri eg í gongd við ”Pol Pots Smil” eftir svian Peter Frøberg.
Mítt útvarp
Eg lurti serliga eftir Kringvarpinum. Rás 2 fangar meg sjáldan. Eg haldi, at Kringvarpið hevur betra seg munandi síðan farna summar, tá dygdin var so sum so. Sendingar sum Skannarin, Eygsjón, Vitan og Perspektiv flyta og eru veruliga til tað betra. Meira av hasum!
Mín telefon
Eg havi eina kekkaða Sony XPERIA, sum eg havi fingið frá arbeiðsplássinum. Hon er nógv for kekkað og inviklað til mín. Eg havi tað fyri at bróta mínar telefonir, men tann smarta telefonin er so ikki brotin enn.
Hvat vil tú ikki brúka miðlatíð uppá?
Paradise Hotel og aðrar innantómar reality sendingar, har semi-kend fólk eta døgurða hjá hvørjum øðrum ella har Caroline Fleming vaskar húsini hjá fólki.
Hvat irriterar teg í miðlunum?
Raðfestingina. Eg veit fullvæl, at føroysku bløðini hava tað torført fíggjarliga, men tað ger tað ikki rætt hjá Sosialinum og Dimmalætting at raðfesta søgur sum ” Hundurin Marta mundi endað sum grýturættur” ella “Føroyingar eta fleiri tons av skipskeks” á forsíðuna. Tað er ein fúl undirmetan av lesaranum, um redaktiónirnar halda, at hesar forsíður selja bløð.
Tað er eisini ótolandi at hoyra seinnapartsendingar, har vertirnir av ein ella aðrari orsøk halda, at tað er áhugavert hjá okkum lurtarum at fáa at vita, hvat júst TEY halda um ymisk viðurskifti. Tað haldi eg sum lurtari ikki. Tað er eisini ein misskilt sjálvpromovering, at ávísir vertir ikki kunnu fara út um útvarpsstovuna uttan at eitt myndatema verður sett upp á portalinum, har 18 av 20 myndum eru profilmyndir av sjálvum vertunum. Kundi verið áhugavert at sæð fleiri myndir at staðnum ella persónunum, sum varpað verður út um.
Hvat vil tú hava meiri av í miðlunum?
Dýpd, bakgrund og undirhald. Kundi hugsað mær at vit fingu eina satirusending antin í útvarpi ella sjónvarpi.
Eg kundi eisini hugsað mær, at vit hyggja meira úteftir – kundi verið áhugavert at havt føroyskar sendingar, sum tóku pulsin á útlendskum streymum innan eitt nú politik, vinnu, tónleik, og bókmentum .
Vit hava stórliga brúk fyri, at politisk viðurskifti verða sett í ein samanhang. Eg kundi hugsað eitt longri politisk magasin við íblástri frá Deadline, Mogensen/Kristiansen ella Jersild og Spin. Eygsjón er avgjørt eitt fet rættan vegin, men tann sendingin fevnir breiðari og ofta eru tað ikki meira enn 10 minuttir til hvørt evni. Hóast batar eru at hóma á mentanarøkinum, so kundi eg hugsað mær meira mentanartilfar.