Fíggjarlógin fyri 2007
- Sum støðan í samfelagnum er nú, eiga vit at halda aftur við útbyggingum í miðstaðarøkinum. Hinvegin eiga vit at seta meiri ferð á at byggja útjaðaran út.
Tað heldur Páll á Reynatúgvu, sum er framsøgumaður hjá Tjóðveldisflokkinum, nú fíggjarlógin verður løgd fram.
Tað verður helst fríggjadagin, at landsstýrið fer at leggja uppskotið til fíggjarlóg fyri 2007 fyri Løgtingið og í tí sambandinum hava vit spurt størsta andstøðuflokkin, hvat hann væntar og vónar av eini komandi fíggjarlóg.
Páll á Reynatúgvu ásannar, at tað er sjálvandi torført at meta um fíggjarlógina, áðrenn hon er løgd fram, tí enn vita vit ikki, hvussu hon sær út.
- Men í øllum førum vóni eg, at hon ikki gevur hall hesuferð. Tað ber til at hava hall eitt ávíst áramál, men tað ber ikki til í longdini, tí tað etur ov nógv burturav tí, sum er sett til síðis.
Køla miðøkið og fløva útjaðaran
Páll á Reynatúgvu sigur eisini, at Tjóðveldisflokkurin fer neyvan at taka undir við summum av teimum raðfestingum, sum hann væntar, at Landsstýrið fer at gera.
- Tað hevur ljóðað, at bæði Tekniski Skúli, Handilsskúlin og aðrar útbyggingar skulu gerast í miðstaðarøkinum.
- Men tað er ongin loyna, at tað er ein øgilig bygging í miðstaðarøkinum hesi árini , bæði av bústaðum og øðrum. Og í dag er støðan tann, at tað er næstan ógjørligt at fáa arbeiðskraft at gera arbeiði rættstundis, samstundis sum prísirnir liggja langt omanfyri mettan kostnað.
- Hetta bendir á, at tað er ríkiligt av ferð á í miðstaðarøkinum og tí eiga vit at tálma útbyggingum í miðstaðarøkinum fyri ikki at seta enn meiri ferð á.
- Samstundis er tað nógva staðni kring landið at ein fíggjarlig innspræning hevði verið tiltrongd, tí har er ikki so nógv virksemi.
Hann sigur, at skulu vit tosa um útbyggingar, hevði Tjóðveldisflokkurin heldur viljað havt, at útbyggingar úti um landið vórðu raðfestar framum útbyggingar í miðstaðarøkinum.
- Útbyggingarnar í miðstaðarøkinum eru eisini neyðugar, men sum støðan er tað ein spurningur um tað er rætt at herða kappingina um arbeiðsmegina í miðøkinum enn meiri. Ístaðin eiga vit at taka broddin av miðstaðarøkinum og køla tað eitt sindur niður fyri heldur at seta meiri lív í útjaðaran.
Og í hesum sambandi hevur framsøgumaður Tjóðveldisfloksins eitt greitt boð um, hvat eigur at vera raðfest.
- Suðuroy er kanska ikki so illa forsømd hesi seinastu árini, men í Sandoy er lítið hent. Tí eiga vit at raðfesta undirsjóvartunnilin til Sandoy frammaliga næsta ár fyri at knýta hendan partin í landinum upp í miðstaðarøkið eisini, so at útjaðaraøkini ikki dragna enn longur afturút. Og tað væntar hann verður eitt boð hjá Tjóðveldisflokkinum uppá eina útbygging, sum vit eiga at fara undir.
Styrkja tey veikastu
Tað kann heldur ikki koma óvart á nakran, at Tjóðveldisflokkurin framvegis ikki tekur undir við skattalættanum, sum samgongan hevur tvíhildið um, eisini skal latast næsta ár.
- Hetta er ein skattalætti, sum kanska snarar enn meiri tann vegin, at tað eru tey vælbjargaðu, sum fáa ágóðan.
- Tá hevði hesin peningur komið betri við, varð hann brúktur til at styrkt um støðuna hjá teimum lægstu fyritíðarpensjónistunum og til at styrkt um støðuna hjá teimum veikastu annars.
Tjóðveldisflokkurin hevur eisini ferð eftir ferð ført fram, at allur studningur til vinnuna skal takast av.
Tað stendur Páll á Reynatúgvu við, tí er vinnulívið ikki sjálvberandi, er tað torført at fáa samfelagið sjálvbjargið.
- Men vit vita, at tað er ymiskt, hvussu tey ymsu økini í landinum eru fyri og at tað er rættiliga stórur munur á at vera vinnurekandi í miðstaðarøkinum og í útjaðaraøkinum. Tjóðveldisflokkurin heldur, at øll økini í landinum skulu hava somu fortreytir og tí kann talan verða um, at tað almenna letur flutningsstuðul og setir onnur tiltøk í verk, so at vinnan úti um landið verður kappingarfør við vinnu í miðstaðarøkið.
- Vit tóku undir við at tryggja útróðrarmonnum og fiskimonnum ein minstaforvinning og minstuløn og vit fara ikki at seta tiltøk í verk, sum gera umstøðurnar hjá útróðrinum verri.
Men tað eru áðrir studningar, har Páll á Reynatúgvu ikki kann svara fyri allan Tjóðveldisflokkin.
- Sjálvur haldi eg, at handverkarafrádrátturin eigur at verða tikin upp til viðgerðar. Vilja vit stuðla føroyskum handverkarum at fara uttanlands, mugu vit eisini taka avleiðingarnar og gera skipanir, so at tað ber til hjá útlendingum at koma higar at gera tey arbeiði, sum skulu gerast her. Men vilja vit hava, at føroyingar skulu gera arbeiðini, eiga vit at bera so í bandi, at teir koma heimaftur.
Hvat fiskimannafrádráttinum viðvíkur, er Tjóðveldisflokkurin í tveimum.
- Tað finnast røddir í Tjóðveldisflokkinum sum halda, at frádrátturin eigur at verða tikin av, tí vit eiga at hava eina sjálvbernadi vinnu. Men tað eru eisini øki í landinum, sum eru serliga bundin av fiskiskapi og har eitt sjónarmið er, at vit eiga at tryggja teimum góðar umstøður.
Ikki gloyma nútíðina
Í fjør sóknaðist tú eftir eini fíggjarlóg við visjónum. Væntar tú at fáa tað hesuferð?
- Eg haldi, at tað er gott at hava visjónir, men vit skulu ikki gloyma dagin í dag. Og vit halda, at tað ber illa til at seta sær mál 10 ár fram í tíðina, uttan eisini at seta sær mál um at verða eitt sjálvbjargið samfelag. Tí hevur tað sera stóran týdning at hava javnvág á fíggjarlógini, sigur framsøgumaður floksins.
Annars leggur Páll á Reynatúgvu dent á, at Tjóðveldisflokkurin fer at viðgera uppskotið til fíggjarlóg við opnum sinni og fer at royna at fáa gott samstarv við samgonguna um at royna at finna eina semju um fíggjarlógina fyri komandi ár.
- Men vit fara eisini at royna at gera hana so samhaldsfasta, sum tilber, leggur hann afturat.