Miðvingar keyptu fisk frá fýra línuskipum

Síðan fríggjadagin í síðstu viku, hevur Fiskavirking í Miðvági keypt fisk frá fýra línuskipum.

Leygardagin landaði Eysturoyingur í Miðvági; teir høvdu um 100.000 pund. Mánadagin í hesi vikuni landaði Fugltúgvan; teir høvdu somuleiðis um 100.000 pund, og týsdagin var Sigmundur við stívliga 150.000 pundum, sum var ein rættiliga góður túrur. Aftrat hesum, keypti Fiskavirking í Miðvági hýsuna hjá Ågot, sum landaði í Klaksvík síðsta fríggjadag. Fiskavirking á Toftum keypti toskin. Ågot hevði umleið 100.000 tilsamans.
Í Miðvági siga tey, at veiðan hjá línubátunum er hýsa og toskur, kanska er størri helmingurin hýsa. Nakað er av øðrum fiskasløgum.