Miðvingar settu met

Kappróður: Tað hevur neyvan nakrantíð áður gingið so skjótt av avgeriða FM-róður

Tað gekk avbera skjótt og væl at fáa næstsíðsta FM-kappróðurin frá hondini í Miðvági leygardagin. Orsaka av sjóvarfallinum var fyri langari tíð síðani avrátt, at kappróðurin skuldi vera klokkan 17.00, og ikki klokkan 15.00, soleiðs sum tað annars plagar at vera.

Klokkan mundi vera einar tíggju minuttir yvir fimm áðrenn fyrsta starskotið gekk av ? teir høvdu onkran smávegis trupulleika, sum gjørdi, at tað ikki bar til at senda fyrstu bátarnar avstað neyvt klokkan fimm ? og ein tíma og 18 minuttir seinni skutu teir á málinum fyri seinastu aftastu 10-mannaførunum.

At kappróurin verður avgreiddur eftir so stuttari tíð, plagar bara at koma fyri á ólavsøku, men á jóansøku suðuri í Vági fyri góðum tveimum vikum síðani, gekk tað eisini sum eftir ánni. Samlaða tíðin til kappróðurin hevur á hesum stevnunum verð minni enn helvtin av tíðini, sum tað t.d. tók at fáa kappróðurin avgreiddan á norðoyastevnu og á Skálafjarðastevnu.


Aðalfundurin eigur síðsta orðið

Í Klaksvík og á Skálafjørðinum vórðu allir teinarnir brúktir, og reglurnar staðfesta, at 10-mannaførini skulu rógva 2000 metrar, áttamannaførini og 6-mannaførini við monnum 1500 metrar. Tað er bara har tað ikki ber til at rógva longu teinarnar, at allir bátarnir kunnu rógva 1000 metrar.

Tað er einki at liggja omaná, at tað hóvar áskoðarunum og so nógvum øðrum sera væl, at kappróðrartíðin ella rættari bíðitíðin í sambandi við kappróður er so stutt, sum hon var leygardagin.

? Men nú havi eg hoyrt onkran nevnt, at tað gongur mest sum ov skjótt, sigur Hannis Joensen, formaður í Róðrarsambandinum, ið er væl nøgdur við róðrarárið higartil.

Vit spyrja formannin í RSF, um skjóta avgreiðslan í Vági og í Miðvagí ikki leggur upp til, at farið verður til bara at rógva 100 metramálið:

? Tað hevur ikki verið frammi, og skal broyting koma í, skal uppskot leggjast fyri aðalfundin um hetta, tí teinarnir eru ásetttir í reglunum fyri FM. Men eg havi í hesum sambandi hug at skoyta uppí, at tað eisini er rættiliga avgerandi fyri samlaðu róðrartíðina, hvussu væl tað er fyrireikað á staðnum.

? Veðri og vindi eru vit ikki harrar yvir, og bæði í Vági og Miðvági hevur veriðið verið gott, men vit eru t.d. harrar yvir hvussu væl fasti starturin er lagdur, og tað arbeiðið hevur alstóran týdning fyri hvussu tað gongur at leggja bátarnar.

Formaðurin vísur eisini á, at tað er av týdningi, at roynt fólk hevur ábyrgdina av róðrinum. Hesar báðar seianstu ferðirnar hava Karl Olivur Bærentsen og Klæmint Ludvík verið startdómarar, og Gunnar Joensen og Mikkjal Hansen hava verið høvuðsdómarar.


Nýtt mál í Sandavági

Komandi ár verða øll trý málini brúkt á fýra stevnum, meðan styttsti teinurin verður brúktur til allar róðrarnar á tveimum stevnum. Í Klaksvík, Fuglafirði, Hósvík og á Tvøroyri verður róð á 1000, 1500 og 2000 metrum. Á ólavsøku verður sum vant bara róð á knapt 1000 metrum. Í Sandavági er nýtt mál lagt, og tað er bara 1000 metrar.

? Har eru náttúruviðurskiftini eitt sindur viðbrekin, um veðrið ikki er heilt gott, og tað er tikin hædd fyri hesum við nýggja málinum. Onkuntíð áður hava allir bátarnir róð 1000 metrar í Sandavági, men tað hevur ikki verið ætlanin, sigur formaðurin í RSF.