Miðvingur í stórum stíli

Tað var einki at rafla um, tá ið 8-mannaførini kappaðust í Kollafirði. Miðvingur og Argjabáturin vóru toluliga javnir eftir startspurtin, men so setti Miðvingur tingini upp á pláss.

Stútt og støðugt økti Miðvingur um leiðsluna, og á málinum var Miðvingur tvær bátslongdir frammanfyri Argjabátinum, sum aftur var meiri enn eina bátslongd frammanfyri Gullbrand.

Eftir dagsins róður er sera ilt at ímynda sær annan FM vinnara enn Miðving, men tað eru framvegis fýra FM kappingar at stríðast í.

 

8 mannafør

1 Miðvingur 07:07.14

2 Argjabáturin 07:14.03

3 Gullbrandur 07:15.04

 

Støðan

1 Miðvingur 21

2 Argjabáturin 18

3 Gullbrandur 15

4 Heiðabáturin 4