25 ára gamla Mia Jacobsen úr Havn tekur nú stig til stuðulskonsert til frama fyri kvinnuheimi í Kenja, har hon hevur verið í starvsvenjing
Í annaðkvøld verður stuðulskonsert á Margarinfabrikkini til frama fyri kvinnuheimi í býnum Nakuru í Kenja.
Tað er 25 ára gamla Mia Jacobsen, pedagoglesandi úr Havn, sum hevur tikið stig til konsertina.
Fyri góðum mánað síðani kom Mia Jacobsen aftur úr Kenja, har hon hevði verið í starvsvenjing á kvinnuheiminum í Nakuru.
Serliga eftir at ófriður brast á í Kenja, hevur kvinnuheimið, ið er tað einasta í landinum, havt bráðfeingis tørv á stórt sæð øllum neyðsynjaðar vørum, sigur Mia Jacobsen, sum hevur sett sær fyri, at gera, hvat honn kann fyri at hjálpa kvinnunum á heiminum.
Pengingurin, sum kemur inn frá konsertini í annaðkvøld, fer óskerdur til kvinnuheimið í Nakuru. Mia Jacobsen fer sjálv at tryggja, at peningurin verður brúktur á rætta stað, tá hon fer aftur til Kenja í juli mánað.
Stuðulskonsertin byrjar klokkan 20 leygarkvøldið, har Guðrið Hansdóttir, Ása Wraae og Linda Petersen fara at framføra.