Michael Koba fyribilsstjóri fyri Visit Vágar

Nevndin í Visit Vágum hevur sett Michael Koba sum fyribilsstjóra fyri Visit Vágar frá 1. apríl 2020. Stjórin byrjar sostatt beinanvegin

Nevndin metir tað vera av stórum týdningi, at felagið virkar optimalt, nú koronakreppan herjar um allan heimin og rakar føroysku ferðavinnuna so sera hart. Ferðavinnan hevur tørv á nýhugsan, menning og at gera seg klára til at koma fyri seg aftur, verður sagt í tíðindaskrivi frá Visit Vágar.

Felagið stendur fyri størri broytingum, umframt at felagið saman við Visit Faroe Islands eisini hevur sett gongd á eina størri menningarætlan fyri Vágar.

Nevndarformaður er Jens Kristian Haraldsen. Visit Vágar hevur 1 fulltíðarstarv og 1 samskiftisfólk 1⁄4 tíð.

Felagið hevur eisini valt at útseta árliga aðalfundin vegna herd korona-krøv til at savnast.