Michael hevur fingist við mangt og hvat hesi 50 árini, men mest kendur man hann tó vera sum bátasmiður. Eftir lokið studentsprógv fór Michael at arbeiða í "imprægneringini" hjá Balslev undir Svartafossi. Í hesum arbeiði kom hann at kenna tann kenda bátasmiðin úr Fugloy, Jógvan Hansen, sála. Hjá Jógvani kom Michael at standa í læru sum bátasmiður, og arbeiddi hann hjá honum í nøkur ár.
Í sínum yrki sum bátasmiður er Michael komin víða um. Hann hevur smíðað bátar bæði í Føroyum og uttanlands. Jú hendurnar eru skrúvaðar rætt uppá mannin, tað kunnu vit øll verða samd um.
Millum vinir er Michael kendur sum tann ið altíð er fastur fúsur at skipa fyri bæði einum og øðrum, tað veri seg veitslum, uttanlandsferðum, túrum her á okkara egnu oyggjum og mongum øðrum skemtiligum tiltøkum.
Michael hevur eisini altíð dugað væl við konufólki; tær eru ikki so fáar sum fáa stjørnur í eyguni, tá navnið á honum verður nevnt. Hatta smílið og so hasi eyguni eru ikki at koma uttanum. Jú, sjarmør um ein háls hevur hann altíð verið.
Mangt annað kundi verið at sagt frá, sum Michael saman við hinum landavegsfressunum hevur verið uppií, men lat fara; tað ber ikki til at nevna alt her, tí nógv av tí er ikki fallið fyri "fyrningarfreistini" enn.
Vit landavegsfressar ynskja tær hjartaliga tillukku við 50 ára føðingardegnum og góðan byr framyvir.
Heilsan
Fleiri landavegsfressar