Michael Schjønberg vitjar Fótbóltspanelið klokkan 15

FM1: Tað verður kendi fyrrverandi danski landsliðsspælarin og núverandi venjari hjá 07 Vestur, Michael Schjønberg, sum vitjar Fótbóltspanelið klokkan 15

Sum partur av upptaktini til kappingarárið 2023 hevur FM1 bjóðað øllum venjarunum í Betri deildini hjá monnum í Fótbóltspanelið, sum er vikulig fótbóltssending á FM1.

 

Í dag er gesturin heilt serligur, tí venjarin hjá 07 Vestur er ongin minni enn navnframi danskarin, Michael Schjønberg. Hann hevur spælt 44 landsdystir fyri Danmark og hevur verið partur av fleiri stórhendingum.

 

Hann spældi við danska landsliðnum til EM 96, HM 98 og EM 2000. Michael Schjønberg vann púra óvæntað týsku Bundesliguna við FC Kaiserslautern í 1998. Hann var eisini partur av helst størsta einstaka úrslitinum hjá donskum liðfótbólti, tá OB vann á Real Madrid í UEFA Cup 1994/1995.

 

Michael Schjønberg hevur eisini roynt nógv sum venjari. Størsta uppgávan var, tá hann stóð á odda fyri týska felagnum í einum steypadysti. Seinni hevur hann eisini verið ítróttarstjóri í 1. FC Kaiserslautern.

 

Hevur tú spurningar ella viðmerkingar kanst tú senda eitt sms til 559999 millum klokkan 15 til 16.