Tíðindafundurin í morgun varð hildin í Kelduni í Skálabotni. Tríggir av fyrireikararunum Terji Vestergaard, Vinjar Johansen og Eyðun Jacobsen søgdu nakað um skránna hjá festivalinum og ætlanirnar við hesum tiltakinum. Festivalurin fer at hava 22 nøvn at bjóða teimum vitjandi í døgunum 24.-25. august. Og, sum fyrireikararnir søgdu, so er hetta helst tað størsta kristna tónleikaliga tiltakið nakrantíð í Føroyum við 6 útlendskum nøvnum.
- Vit fara at bjóða teimum vitjandi eitt show og serliga eina góðsku, sum vil nakað. Soleiðis fara vit eisini at vísa, at kristin tónleikur er minst líka góður sum allur annar tónleikur hetta er creme de la creme, bæði tey føroysku og tey útlendsku, sigur ein væl nøgdur Eyðun Jacobsen.
Tait er navnið á núverandi bólkinum, sum fyrrverandi limurin úr DC Talk nú spælir í. - Michael Tait var drívmegin í DC Talk og hevur gjørt tey flestu løgini hjá tí bólkinum, harímillum hittið Jesus Freak, fortelur Eyðun Jacobsen.
Terji Vestergaard leggur dent á, at teir hava lagt seg eftir at fáa fatur á nýggjum bólkum, sum eru á veg upp eftir. Hetta verður eitt tónleikaligt upplivilsi fyri tey vitjandi, sigur Terji. Men eisini verður tiltakið ætlað familjuni og verður serlig tiltøk fyri børn, har sangur, dansur eisini fara Pingu og Fedemule at vitja verður sagt. Børn undir 12 ár hava ókeypis atgongd á øllum festivalinum.
- Eftir mikið stríð hava vit fingið eitt so stórt navn, sum vit veruliga halda vera nakað serligt. Tait kemur til Føroyar sum tað einasta staðið í Evropa yvirhøvur, sum hann vitjar í summar, sigur Eyðun Jacobsen.
Fyrireikararnir siga seg vænta eini 3-4.000 festival-gestir, so talan er ikki um eitt lítið tiltak. Ætlanin er at hava ein størri pall uttanfyri sjálvan bygningin í Skálabotni. Kommunurnar um Skálafjørðin eru millum stuðlarnar.
Prísir:
390,- fyri báðar dagarnar
280,- fyri ein dag
1. August fer prísurin 100,- upp.
- Um ein bara ynskir at koma á serligu barnatiltøkini: 75,- pr. høvd, men børn undir 5 ár sleppa ókeypis. Við vikuskiftispassið eru barnatiltøkini ókeypis.
-Nøvnini higartil:
Petur Háberg
Proclaim
Nightlight (Skotland)
Ingemar Olsson (Svøríki)
Abide
Vox
Braquet
Tait (USA)