Hesar næstu dagarnar verða tvær forvitnisligar konsertir, onnur í Havn og hin í Fuglafirði.
Tað eru tey bæði, Ólavur Jakobsen, sum spælir gittar og Michala Petri, sum er heimskend fyri sítt blokkfloytuspæl, ið framføra.
Hetta er aðru ferð, tey bæði spæla saman.
Fyrru ferðina var á Mentanardegnum á Sandi í fjør, tá ið ummælari fleyt yvir av lovorðum.
- Eg havi ikki orð fyri hvussu frálík Ólavur og Michala eru, men sum við øllum fantastiskum tónleikarum, so virka tey eitt við síni ljóðføri, tók Niels Uni Dam til í einum ummæli.
Michala Petri hevur spælt í Føroyum fleiri ferðir og hon verður annars mett at vera ein hin blokkfloytuspælarin í heiminum.
- Hon hevur lyft blokkfloytuspælið upp á eitt stig, ið ongantíð er sæð fyrr. Hon hevur vunnið allan tann altjóða heiður, ið ein tónleikari yvirhøvur kann og hevur framført við mætastu dirigentum og orkestrum kring allan knøttin, siga fyrireikararnar.
Hesuferð hevur hon fingið fremsta, føroyska gittarleikaran, Ólav Jakobsen at spæla við sær. Hann hevur drúgvar royndir sum solistur, kamartónleikari og eisini kendur sum frásøgumaður á Nýggjárskonsertini.
- Tey bæði hava sett saman eina sera fjølbroytta skrá, har ið vælljómandi, virtuosur og spennandi tónleikur verður at hoyra, alt bundið saman við lættleika í spæli og nærveru við lurtaran við frágreiðingum um tónleikin.
- Tónleikurin spennir sera víða í tíð. Tónleikur frá Bach og Haendel til Piazzolla, úr Kina til Føroyar, frá aldargomlum løgum til forkunnugt og nýtt, sum í teirra hondum fær lætt flog.
Ella sum Niels Uni Dam í áðurnevnda ummæli eisini tók til: Tey eru so góð hvør sær, men saman rann tónleikurin upp í eina hægri eind, tað var vakurt og meistarligt.
Hesuferð fara tey at hava konsert í Norðurlandahúsinum sunnudagin 25. mars klokkan 16 og har sleppa skúlaungdómar inn fyri einki.
- Hin konsertin verður týskvøldið 27. mars klokkan 19.30 í Fuglafjarðar kirkju og har sleppa øll inn fyri einki.