Michelin-matstova letur upp í Nuuk næsta ár

Næsta ár fer Restaurant ARO at hava eina sonevnda pop-up matstovu á Hotel Nordbo í grønlendska høvuðsstaðnum

Sermitsiaq veit at siga, at matstovan ARO í Odense í Danmark hevur gjørt eina samstarvsavtalu við Hotel Nordbo í Nuuk um at lata upp eina pop-up matstovu á hotellinum í 2025.

 

Hetta upplýsir hotellið í grønlendska høvuðsstaðnum í tíðindaskrivi í dag.

 

ARO hevur í løtuni eina Michelin-stjørnu og ætlar við tiltakinum í Nuuk at bjóða eina serstaka matuppliving.

 

Christoffer Tornhøj Schärfe, sum eigur ARO, sigur um samstarvið, at hann altíð hevur havt hug at uppliva grønlendska mentan, og nú beyðst høvið.

 

Hann vísir á, at tað sjálvandi verður ein stór avbjóðing at gera mat undir heit øðrum viðurskiftum, enn tey eru von við í Odense - og við øðrum rávørum enn teimum, tey kenna.

 

- Tað er altíð gott við menning og avbjóðingum, soleiðis at alt ikki verður tað sama og trygga hvønn dag. Tá kemur tú ongan veg, sigur matstovueigarin.

 

Sermitsiaq veit at siga, at ARO ikki er fyrsta Michelin-matstovan, sum hevur deild í Grønlandi.

 

- Føroyska Koks byrjaði fyri tveimum árum síðan í Ilimanaq, og eina ferð hevði matstovan tvær Michelin-stjørnur, sum matstovan nú hevur mist, verður lagt aftat.