Miðaloddsini upp á at Føroyar vinna á Portugal eru heili 44,91

Her eru oddsini hjá altjóða veddingarfyritøkum upp á U21 EM-undankappingardystin millum Portugal og Føroyar

Í morgin klokkan 17.30 fer føroyska U21-landsliðið helst í holt við torførastu uppgávuna í hesari EM-undankappingini.

 

Í portugisiska býnum, Faro tekur Portugal ímóti Føroyum.

 

Portugal er oddalið í EM-undankappingarbólki G við 12 stigum fyri fimm dystir. Føroyar eru nummar fýra við sjey stigum fyri fimm dystir.

 

12 altjóða veddingarfyritøkur, ið lata odds upp á dystin hava Portugal sum risastóran favoritt at vinna dystin.

 

Oddsini upp á heimasigur til Portugal liggja millum 1,01 og 1,03. T.v.s. fyri ein inngoldan 100-krónuseðil fáast í mesta lagi 103 krónur aftur um Portugal vinnur dystin.

 

Miðaloddsini upp á javnleik, ið hevði verið eitt framúr gott úrslit hjá Føroyum eru 15,41.

 

Oddsini upp á útisigur til Føroyar liggja millum 21,00 og heilt upp í 67,00. Miðaloddsini upp á føroyskan sigur eru heili 44,91.

 

Føroyska U21-landsliðið hevur í søgu sínari tó ofta lopið hvøkk á stórar fótbóltstjóðir, og vit kunnu vóna, at tað fer at henda aftur í Faro í morgin. 

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##