Flokkurin hjá núverandi japonsku forsætisráðfrúuni, Sanae Takaichi, fer væntandi at tryggja sær ein stóran meiriluta í undirhúsinum í Japan á valinum í dag.
Hetta metir almenna kringvarpið NHK út frá exit-kanningum, skrivar Reuters.
Tríggjar mánaðir eftir at 64 ára gamla Takaichi varð vald til forkvinnu í stjórnarflokkinum Liberal Democratic Party (LDP) í oktober, og gjørdist fyrsti forsætisráðfrúan í Japan, skrivaði hon út snarval.
LDP hevur væntandi vunnið millum 274 og 328 sessir í 465 limum undirhúsinum. Tað vildi verið ein øking frá núverandi 198 sessum hjá flokkinum, skrivar kringvarpið NHK sambært AFP.
Flokkurin hevur sitið við valdinum í Japan antin einsamallur ella í samgongu nærum áhaldandi síðani hann varð stovnaður í 1955, skrivar Reuters.
Við einum beinraknum stíli hevur Sanae Takaichi fingið serliga gott tak á yngri veljarum, har meiningarkanningar vísa, at upp til 90 prosent av japanarum undir 30 ár hava umhugsað at atkvøða fyri hennara flokki.
Siðvenjan hevur verið, at tað hava verið teir meira vaksnu veljararnir, sum hava tryggjað, at LDP hevur sitið við valdinum í stóran part av eftirkrígstíðini.
Seinastu árini er undirtøkan fyri LDP minkað, og fram til valið var flokkurin bert bara førur fyri at savna meiriluta saman við samgongufelagnum Japan Innovation Party (JIP).
Saman við JIP fer LDP væntandi at kunna fáa millum 302 og 366 sessir í tjóðartinginum, skrivar NHK sambært AFP.
310 sessir ella fleiri vildu givið samgonguni tveir triðingar av meiriluta fyri fyrstu ferð síðani valið í 2017.
Politiska idolið hjá Sanae Takaichi er konservativa Margaret Thatcher, sum var bretsk forsætisráðfrú frá 1979 til 1990. Thatcher var kend sum "Jarnfrúan." Í Japan er Takaichi kend sum Jarnfrúan 2.0.
Í stuttu tíðini sum leiðari í Japan hevur Takaichi havt ósemju við Kina, tá hon í november segði, at eitt møguligt kinesiskt álop á Taiwan fór at rættvísgera eitt hernaðarligt svar frá Japan.
Málið elvdi beinanvegin til diplomatiskar spenningar millum londini.
Hon er vald við lyfti um at leggja fleiri pengar í hendurnar á japanarum.
Í januar lovaði Takaichi at steðga einum matvøruskatti uppá átta prosent í tvey ár.
Hon segði, at tað fór at hjálpa japanskum húsarhaldum at klára seg við hækkandi livikostnaðinum, skrivar Reuters.
/Ritzau/











