- Eg eri 55 ára gamal, og síðan eg var 14, havi eg verið á ólavsøku øll árini, eg havi verið heima. Eg kann slett ikki vera ólavsøkuna fyri uttan. Míni medmenniskju hava alt at siga fyri meg.
Tað sigur Justinus Eidesgaard.
Hann leggur aftrat, at uttan síni medmenniskju trívist hann ikki.
- Við medmenniskju meini eg ógvuliga breitt, og tað fevnir um øll tey, sum mær dámar serdeilis væl og tey, sum eg í tíðarskeiðum dámi minni væl.
Tað hevur nógv at siga fyri Justinus at vera á ólavsøku og heilsa upp á sínar landsmenn og allar gestirnar.
- Hetta hevur avgjørt nakað við mín trivnað annars at gera. Ikki tí, tá tú hittir so nógv fólk, tá er kontaktin ikki djúp, men bara tað at heilsa hevur nakað at siga fyri meg og minnir meg á, at eg ikki eri einsamallur. Eg eri ein partur av øllum, og sum ein partur av øllum skal eg liva.
Hvat heldur tú er tað besta við ólavsøkuni?
-Tað besta við ólavsøkuni er fólkið. Uttan fólk, eingin ólavsøka. Tað er fólkið, eg fari at hitta, og síðan eru tiltøkini eitt eyka "kryddarí".
Fer tú til ávís tiltøk, ítrótt, framsýningar ella annað?
- Midnáttarsanginum luttaki eg ikki í longur. Eg veit ikki hví, men eg blívi í ringum lag av hesum sangi. Hann nívir sinnið á ein ella annan hátt, og eg hoyri hetta eisini frá fleiri øðrum. Tað er løgið, at midnáttarsangurin, sum er hæddarpunktið hjá nógvum á ólavsøku, skal hava slíka negativa ávirkan á meg og onnur.
Justinus sigur, at honum dámar væl tónleik, og honum dámar væl útimøtir.
- Ólavsøkan er líkasum sett inni í mær, tá eg hoyri stórtrummuna frá hornorkestrinum hjá Frelsunnarherinum. Sjálvt um eg eri militernoktari, lurti eg altíð eftir Njál, sum nú eisini eitur Mackey Djurhuus á ólavsøku. Eg steðgi eisini altið á við Ebenezertrappuna, har stemmningurin er hugnaligur.
Er ólavsøkan broytt til tað betra ella tað verra?
- Ólavsøkan er í mínum hugaheimi fólkini og ikki tiltøkini. Hon er betri fyriskipað í dag, nú hon eisini er flutt oman í Vágsbotn og út á Skálatrøð. Mín fyrsta ólavsøka var fantastisk, og ólavsøkan hevur enn stóran týdning í mínum lívi. Eg eri menniskja, eri ikki skaptur til einsemi eina og livni upp av at vera saman við nógvum fólki, og tað upplivi eg á hvørjari ólavsøku.
Justinus Eidesgaard vísir á, at mannamúgvan á ólavsøku hevur sítt egna lív, og tað hevur hon havt seinastu 1000 árini.
- Ólavsøkan fer at gerast enn meira fjølbroytt við tiltøkum, sum árini koma og tíðir broytast, leggur hann aftrat.