Føroyar løgdu í kvøld rygg til 1-0 tap ímóti Finnlandi á olympiska leikvøllinum í Helsingfors. Einsamalla málið skoraði Pohjanpalo miðskeiðis í 1. hálvleiki.
Fyri tað mesta var Finnland leikliga omaná, men føroyska liðið beit væl frá sær. Eftir steðgin var tað meiri broddur og tyngd í álopinum. Fróði Benjaminsen stútaði dygst við síðuna av málinum eftir innlegg úr vinstru frá væl upplagda Gilla Sørensen, og síðsta sendingin frá Sølva Vatnhamar úr høgru var ikki nóg neyv, tá ið tveir av liðfeløgum hansara vóru leysir í brotsteiginum.
Finnland hevði fram ímóti dystarenda fleiri góðar málmøguleikar, men Gunnar Nielsen í føroyska málinum var sera sannførandi.
Í kvøld gekk tað als ikki so skjótt fyri seg, sum tað gjørdi fríggjakvøldið, tá ið Norðurírland vitjaði í Føroyum. Finnland setti ongantíð tað trýstið á føroysku mótstøðumenninar, sum norðurírar gjørdu.
Seinastu ferðirnar hevur sentrali miðvøllurin verið mannaður við Fróða Benjaminsen, Halli Hansson og Brandi Hendriksson. Éisini í kvøld stríddust og arbeiddu teir framúr nógv. Teir sóu allir gula kortið, og tað ber við sær, at teir verða allir leikbannaðir, tá ið Føroyar 8. oktober skulu spæla á útivølli ímóti Ungarn.
Finnland-Føroyar 1-0 (1-0)
Á olympiska leikvøllinum í Helsingfors mánadagin 7. september kl. 21.45
Dómarabólkur úr Póllandi: Marcin Borski,Rafal Rostkowski, Krzysztof Myrmus, Arkadiusz Wójcik, Bartosz Frankowski og Krzysztof Jakubik
1-0: Joel Pohjanpalo 23.
Finnland: Lukas Hradecky - Kari Arkivuo, Markus Halsti, Paulus Arajuuri, Jere Uronen - Thomas Lam, Tim Sparv - Alexander Ring, Riku Riski. Perparim Hetemaj - Joel Pohjanpalo
Á beinkinum: Jesse Joronen, Niki Mäenpää, Ville Jalasto, Valtteri Moren, Jukka Raitala, Sakari Mattila, Joona Toivio, Joni Kauko, Petteri Forsell, Kasper Hämäläinen, Tim Väyrynen, Teemu Pukki
Føroyar: Gunnar Nielsen, Stjarnan Ísland – Jónas þór Næs, B36, Atli Gregersen, Víkingur, Sonni Ragnar Nattestad, Gilli Sørensen, AaB Danmark – Fróði Benjaminsen, HB (Rógvi Baldvinsson, Fredericia Danmark, 84.), Hallur Hansson, Vendsyssel Danmark – Sølvi Vatnhamar, Víkingur, Brandur Hendrikson, FCK, Christian Lamhauge Holst, Fremad Amager Danmark (Kaj Leo í Bartalsstovu, Levanger FK Noreg, 58.) – Klæmint A. Olsen, NSÍ (Finnur Justinussen, Víkingur, 75.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Teitur Matras Gestsson, HB, Tórður Thomsen, B36, Erling Jacobsen, Víkingur, Odmar Færø, B36, Pól Jóhannes Justinussen, NSÍ, Árni Frederiksberg, NSÍ, Róaldur Jakobsen, B36, René S. Joensen, Vendsyssel Danmark
Venjari: Lars Olsen
Gult kort: Brandur Hendriksson, Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson, Jónas Tór Næs, Kaj Leo í Bartalsstovu
----
LIÐUGT
1-0
Einasti málskjúttin, Pohjanpalo, fer av vøllinum, og í hansara stað kemur Hämäläinen.
90) 1-0
3 minuttir lagdir aftrat.
89) 1-0
GULT. Kaj Leo í Bartalsstovu fyri fríspark á føroysku hálvuni. Gunnar Nielsen boksar burtur eftir innleggið.
84) 1-0
Rógvi Baldvinsson kemur á vøllin í staðin fyri Fróða Benjaminsen.
Thomas Lam fer av vøllinum, og í hansara stað kemur Sakari Mattila á vøllin.
82) 1-0
Fínt føroyskt álop úr vinstru og flatt tvørturum, áðrenn Jónas Tór Næs leggur upp á tvørs til Brand Hendriksson, sum smekkar til úr 18 metrum, men bólturin fer upp um málið.
81) 1-0
Gunnar Nielsen lesur spælið sera væl, tá ið heimamenninir royna seg við sending framímillum. Føroyski málverjin hevur verið góður í dag
80) 1-0
GULT. Finski liðformaðurin Sparv sær gult, nú hann enn einaferð ger fríspark ímóti Fróða Benjaminsen.
79) 1-0
Orkan hjá føroysku spælarunum gongur undan, og finsku spælararnir hava tak á bóltinum, meðan troyttu føroyingarnir renna aftaná.
76) 1-0
Nú var føroyska verjan áskoðari, heimamenninir vóru púra leysir, men Gunnar Nielsen stórbjargaði enn einaferð.
75) 1-0
Klæmint A. Olsen fer av vøllinum, og í hansara stað kemur Finnur Justinussen inn í føroyska álopið.
74) 1-0
Riski fer av vøllinum, og í hansara stað verður Väyrynen settur í álopið.
72) 1-0
Fínt føroyskt álop í høgru, har Fróði, Sølvi og Jónas eru við. Tað endar við finskum kontraálopi, sum føroyingarnir spæla seg elegant burturúr.
71) 1-0
Eftir flatt innlegg úr vinstru er málskjúttin Pohjanpalo púra blankur, tá ið hann úr átta metrum smekkar til, men Gunnar Nielsen stórbjargar.
68) 1-0
Føroyski liðformaðurin Fróði Benjaminsen arbeiðir ógvuliga nógv. Tað kennist heilt undarligt, at dómarin bríkslar fyri finskum frísparki, tá ið Fróði dygst uttanvert finska brotsteigin vinnur bóltin av mótstøðumanni, sum fer um koll.
66) 1-0
GULT. So fekk triði sentrali miðvallarin hjá Føroyum gult. Eisini Hallur Hansson er leikbannaður næstu ferð.
GULT. Lam sær gult eftir samanbrest við Hall Hansson.
65) 1-0
Besta føroyska royndin higartil. Gilli Sørensen leggur eftir fínt gjøgnumbrot í vinstru innfyri, og mitt fyri málinum stútar Fróði Benjaminsen dygst við síðuna av nærra stólpa. Her var tætt við!
62) 1-0
Føroyska liðið stríðist heilt nógv, og finnlendingar verja meiri, enn teir leypa á.
59) 1-0
Nú er meiri broddur í. Eftir langa diagonalskifting frá Atla Gregersen temur Kaj Leo í Bartalsstovu í vinstru, men bólturin støkkur frá honum. Út frá til Sonna Ragnar Nattestad, sum smekkar til, men bólturin strýkur skeivu megin stólpan.
58) 1-0
Kaj Leo í Bartalsstovu verður settur á vøllin í staðin fyri Christian Lamhauge Holst.
57) 1-0
Risa føroyskur møguleiki, men sendingin frá Sølva Vatnhamar, sum breyt ígjøgnum í høgru, var ikki nóg neyv. Bæði Klæmint A. Olsen og Christian Lamhauge Holst vóru blankir í brotsteiginum!
56) 1-0
Bíðað verður framvegis eftir, at tað skal verða meiri broddur í føroyska álopsspælinum.
55) 1-0
Tað gongur illa hjá føroyska liðnum at fáa nyttu úr frísparksstøðum. Sendingarnar í brotsteigin eru ikki nóg neyvar.
53) 1-0
Føroysku spælararnir fáa gul kort fyri fríspørk, og finnlendingar fáa ikki gult kort, hóast talan er um fríspørk av umleið sama slag.
50) 1-0
GULT kort Brandur Hendriksson fyri fríspark á miðjum vølli. Tað ber við sær, at Brandur verður leikbannaður næstu ferð.
47) 1-0
GULT kort Jónas Tór Næs fyri at hava steðgað mótstøðumanni óreguliga á finsku hálvuni. Hetta var eftir føroyskt fríspark og innlegg frá Jónasi, sum varð blokerað.
46) 1-0
Ongar útskiftingar eru gjørdar, nú liðini eru komin á vøllin aftur.
HÁLVLEIKUR
1-0
Eftir finskt horna í høgru og langskot, sum ber við sær, at bólturin siglir væl omanfyri føroyska málið, bríkslar dómarin fyri síðstu ferð í 1. hálvleiki, sum hevur verið deydligur.
45) 1-0
Ein minuttir lagdur aftrat.
44) 1-0
Gilli Sørensen roynir seg við rimmar langskoti eftir hornasparkið, men hann rakar í Klæmint A. Olsen, og bólturin siglir omanfyri tvørtræið.
43) 1-0
Føroyar tiltuska sær fyrsta horna í høgru.
38) 1-0
Nú er langt síðani, at føroyska liðið var í álopsstøðu. Finnlendingarnir leggja press á kring miðlinjuna, og tá gongur striltið hjá føroysku spælarunum at finna saman.
36) 1-0
Olympiski leikvøllurin rúmar fleiri enn 40 túsund áskoðarum, men í kvøld er tómligt. Tað eru neyvan fleiri enn átta túsund kring vøllin.
34) 1-0
Frísparksstøðan endar við horna til Finnland í høgru.
32) 1-0
GULT kort til Fróða Benjaminsen, sum harvið verður leikbannaður í útidystinum í Ungarn. Finskt fríspark úr 25 metrum.
28) 1-0
Nú taka heimamenninir tað róligari. Teir eru aftarlaga á vøllinum og bíða eftir føroyingunum alt meðan teir bíða eftir møguleikanum at fara í skjótt mótálop.
25) 1-0
Nú er stórt trýst á føroyska málið, og finnlendingar vilja hava pólverska dómaran at bríksla fyri brotssparki, tá ið álopsspælari fer um koll eftir nærdyst við Fróða Benjaminsen, men tað letur ikki í dómaranum.
23) 1-0
1-0: Pohjanpalo
Eftir innlegg úr vinstru og lobb á samankomingina dettur bólturin út til Pohjanpalo, sum við høvdinum setur bóltin dygst undir tvørtrænum og í málið.
22) 0-0
Nú var vandamikið í føroyska brotsteiginum, men tveir av álopsspælarunum stórkiksaðu, áðrenn tað varð bríkslað fyri rangstøðu.
20) 0-0
Fínt føroyskt álop, sum endar við málsparki, eftir at Brandur Hendriksson við høvdinum snittaði bóltin uppum. Gilli Sørensen skapti vandamikla støðu, tá ið hann breyt ígjøgnum í vinstru og legði innfyri, og Sølvi Vatnhamar legði frá baklinjuni og útfrá.
18) 0-0
Klæmint A. Olsen vinnur fríspark eitt sindur inni á føroysku hálvuni.
16) 0-0
GULT kort til Markus Halsti, finskur miðverji, sum steðgar Halli Hansson óregluliga, tá ið føroyski miðvallarin hevur sneitt framvið fleiri og er um reppið at koma í vandamikla støðu.
15) 0-0
Pólski dómarin hevur peikifingurin á lofti ímóti Halli Hansson, sum ger fríspark við miðstrikuna.
13) 0-0
Brandur Hendriksson, Hallur Hansson og Fróði Benjaminsen hava gott tak á sentrala miðvøllinum.
11) 0-0
Tað er stórur munur á, hvussu tað gongur fyri seg í kvøld, og hvussu tað gekk fyri seg fríggjakvøldið á Tórsvølli.
9) 0-0
Føroyska liðið er sera væl skipað, og finnlendingar hava higartil ikki megnað at spæla seg til málmøguleika, hóast teir hava verið meiri á bóltinum enn føroyingarnir.
5) 0-0
Finnland vinnur fríspark á egnari hálvu, tá ið Sølvi Vatnhamar taklar óregluliga.
3) 0-0
Tað hoyrist væl, at føroyskir áskoðarar eru á olympiska leikvøllinum í Helsingfors í kvøld.
1) 0-0
Finnlendingar pressa ikki soleiðis, sum Norðurírland gjørdi alla tíðina fríggjakvøldið.
Føroyska liðið er í bláum troyggjum, buksum og hosum. Finnlendingarnir eru í hvítum troyggjum, buksum og hosum.
Tað hevur regnað í Helsingfors í allan dag, so vøllurin er tungur at spæla á. Nú er turt, skýggjað loft og 13 stig.
Finnlendingar eru spentir, tí eftir 1-0 sigurin á Grikkalandi á útivølli fríggjakvøldið hóma teir møguleikar at røkka triðja plássi og harvið møguleikan seinni í heyst at spæla um pláss í EM endaspælinum næsta summar í Fraklandi.
3 minuttir undan dystarbyrjan:
Tjóðsangirnir verða spældir
Finnland-Føroyar kl. 21.45 lokala tíð
Á olympiska leikvøllinum í Helsingfors
Dómarabólkur úr Póllandi: Marcin Borski,Rafal Rostkowski, Krzysztof Myrmus, Arkadiusz Wójcik, Bartosz Frankowski og Krzysztof Jakubik
Finnland: Lukas Hradecky - Kari Arkivuo, Markus Halsti, Paulus Arajuuri, Jere Uronen - Thomas Lam, Tim Sparv - Alexander Ring, Riku Riski. Perparim Hetemaj - Joel Pohjanpalo
Á beinkinum: Jesse Joronen, Niki Mäenpää, Ville Jalasto, Valtteri Moren, Jukka Raitala, Sakari Mattila, Joona Toivio, Joni Kauko, Petteri Forsell, Kasper Hämäläinen, Tim Väyrynen, Teemu Pukki
Føroyar: Gunnar Nielsen, Stjarnan Ísland – Jónas þór Næs, B36, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad, Gilli Sørensen, AaB Danmark – Fróði Benjaminsen, HB, Hallur Hansson, Vendsyssel Danmark – Sølvi Vatnhamar, Víkingur, Brandur Hendrikson, FCK, Christian Lamhauge Holst, Fremad Amager Danmark – Klæmint A. Olsen, NSÍ
Á beinkinum: Teitur Matras Gestsson, HB, Tórður Thomsen, B36, Erling Jacobsen, Víkingur, Odmar Færø, B36, Pól Jóhannes Justinussen, NSÍ, Rógvi Baldvinsson, Fredericia Danmark, Árni Frederiksberg, NSÍ, Kaj Leo í Bartalsstovu, Levanger FK Noreg, Róaldur Jakobsen, B36, René S. Joensen, Vendsyssel Danmark, 4/0, Finnur Justinussen, Víkingur, 1/0
Venjari: Lars Olsen