Í vikuni vóru tveir málningar eftir Samuel Joensen-Mikines seldir á uppboðssølu í Danmark.
Uppboðssøluhúsið Bruun Rasmussen hevði sett teir báðar oljumálningarnar til sølu, og sum vant var stórur áhugi at keypa Mikines.
Tann minni oljumálningurin hevði støddina 47 x 62 sentimetrar og var av fjallalendi í Føroyum. Málningurin er frá 1932. Bruun Rasmussen hevði mett hendan málning til at vera verdur 30.000-40.000 krónur. Málningurin varð seldur fyri 58.000 krónur. Afturat tí koma ómaksgjøld og meirvirðisgjald, so at keyparin skal gjalda umleið 95.000 krónur fyri málningin.
Tann størri oljumálningurin hevði støddina 94 x 110 sentimetrar og var av bygdalagi í Føroyum. Málningurin er frá 1961. Bruun Rasmussen hevði mett málningin til 75.000-100.000 krónur. Málningurin varð seldur fyri 70.000 krónur. Við teimum ómaksgjøldum og meirvirðisgjaldi, sum koma afturat, skal keyparin gjalda umleið 110.000 krónur.
##med2##
Málningar eftir Mikines verða javnan seldir á uppboðssølu í Danmark, og vanliga fara teir fyri meira, enn metingin sigur. Bæði seljarar og keyparar eru ónevndir.