Mikkel Hansen gevst við hondbólti í summar

Danska hondbóltsstjørnan fer í morgin at boða frá, at hondbóltsyrkisleiðin er av, tá hetta kappingarárið endar.

 

Mikkel Hansen og Aalborg Håndbold halda í morgin tíðindafund. - Foto: Henning Bagger/Ritzau Scanpix

Mikkel Hansen gevst sum virkin hondbóltsspælari, tá næsta kappingarár endar.

Tað vita TV 2 Sport og Jyllands-Posten at siga, ertir at Mikkel Hansen og Aalborg hava stevnt inn til tíðindafund í morgin.

Har far felagið og spælarin at greiða nørri frá um »framtíðar samstarvið millum partarnar«, verður sagt í fundarinnkallingini.

Sáttmálin millum Mikkel Hansen og Aalborg Håndbold endar á sumri í 2025, men nú er altso gjørt av, at hon endar fyri tíð.

36 ára gamli veteranurin hevur verið plágaður av skaðum seinastu árini og er júst nú á síðulinjuni við trupulleikum lærkrikinum.

Hann kom til norðurjyska felagið á sumri í 2022, men fekk ikki spælt fyrstu tíðina ein stóran part av várinum.

Stutt eftir væleydnaðu HM kappingina í Svøríki bleiv hann sjúkrameldaður við sjúkueyðkennum upp á strongd.

Áðrenn skaðar og sjúku elvdu trupulleikar, sló hann navn sítt fast sum ein av søgunnar allar bestu hondbóltsspælarum.

Hann er tríggjar ferðir kosin heimsins besti spælari oghevur verið fleiri ferðir á all star liðnum eftir endaspøl.

Men danska landsliði hevur vunnið trý heimsmeistaraheiti, OL og EM. Í EM í Týskalndi í januar spldi hann 20. endaspælið á rað síðani fyrstu ferð til OL í Beijing í 2008.

Hann byrjaði yrkisleiðina í Helsingør og Virum-Sorgenfri, men fekk gjøgnumbrotið í suðurfynska GOG, har hann spældi millum 2005 og 2008.

Síðani spældi hann fyri stórfelagið Barcelona og í AG København, sum ikki vardi so leingi, áðrenn hann í 2012 fór undir 10 ára tíðarskeiðið í Paris Saint-Germain.

Í summar hevur hann møguleikan at enda tíð sína sum hondbóltsspælari við fimtu OL-luttøkuni, um hann verður danski landsliðsvenjarin, Nikolaj Jacobsen, tekur hann út til leikirnar í París.

/ritzau/

 

 

 

Mikkel Hansen og Aalborg Håndbold halda í morgin tíðindafund. - Foto: Henning Bagger/Ritzau Scanpix