Mikkeller Beer Celebration Faroe Islands (MBCFI) heldur fram í dag

Aftur í dag ber til at royna tvær ymsar øl frá teimum 27 bryggjaríunum, sum eru við á ølfagnaðinum í Silo á Vestaru Bryggju í Havn

Fyrri partur av ølfagnaðinum var í gjár. Millum klokkan 15 og 18 var fyrra sessiónin, har hvørt av teimum 27 bryggjaríunum, sum eru við á Mikkeller Beer Celebration Faroe Islands (MBCFI) 2025.

 

Seinna sessiónin var í gjárkvøldið millum klokkan 19 og 22. Og á sama hátt verður í dag, ein sessión millum 15 og 18 og ein í kvøld millum klokkan 19 og 22.

 

Í Silo eru savna 27 bryggjarí úr øllum heiminum, sum á hvørji av teimum fýra sessiónunum bjóða fram tvær øl hvørt.

 

Soleiðis skriva fyrireikararnir um MBCFI:

 

Tú fært eitt smakkiglas, tá tú kemur. Tak tað við heim sum ein minnislut.

##med3##

 

Tasting Glass:

 

Kanna og smakka ymisk sløg av øli frá øllum luttakandi bryggjaríunum.

 

Sampling: Fyri at halda tiltakið hugnaligt og burðardygt, bið bert um ta mongd av øli, ið tú vilt hava. Latið øll fáa møguleika at njóta alla skrána.

 

##med2##

 

Kanna og njót

 

– Vit vóna, at tú fært eina framúr uppliving á festivalinum og fellur fyri Føroyum, skriva fyrireikararnir.

 

Her kunnu vit leggja afturat, at nógvir útlendingar, kaska eina 5-700 í tali, eru komnir til tiltakið, sum tí hevur ein altjóða dám.

 

– Føroyar eru kendar fyri stórsligið landslag og frálíka náttúru, og tær mynda hin fullkomna pallin fyri hendan fagnaðin. Við føroyskum gestablídni fært tú eina heita móttøku, sum ger tiltakið serligt bæði fyri ølelskararnar og tey forvitnu ferðafólkini.

 

– Meðan tú ert her, minst til at vitja Mikkeller Bar Tórshavn og OY Brewery fyri nakrar av bestu ølupplivingunum í nánd, skriva fyrireikararnir, sum enda við at siga:

 

– Skál fyri einari ógloymandi øl­hátíð – og fyri vakurleikanum í Føroyum!

 

Hesi bryggjaríini eru við á Mikkeller Beer Celebration Faroe Islands (MBCFI) 2025:

 

Participating Breweries

 

  • 3 Sons Brewing Co. — USA
  • Ārpus Brewing Co. — Latvia
  • Bad Seed Brewing — Denmark
  • Bofkont — Belgium
  • Brewski — Sweden
  • Budweiser Budvar Brewery — Czech Rep.
  • Crooked Moon Brewing — Sweden
  • DankHouse Brewing Co. — USA
  • Ebeltoft Gårdbryggeri — Denmark
  • Flying Couch Brewing — Denmark
  • Folkingebrew — Netherlands
  • Funky Fluid — Poland
  • Lervig — Norway
  • Marlobobo — Norway
  • Mikkeller — Denmark
  • OY Brewing — Faroe Islands
  • PINTA Barrel Brewing — Poland
  • Pomologik Cidery — Sweden
  • Ruse Brewing — USA
  • Shapes & Objects Beer Co. — Sweden
  • SOMX — Turkey
  • Superstition Meadery — USA
  • Svalbard Bryggeri — Svalbard
  • To Øl — Denmark
  • Váxøl — Faroe Islands
  • WarPigs Brewpub — Denmark
  • ÅBEN — Denmark

 

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##

##med12##

##med13##

##med14##

##med15##

##med16##

##med17##

##med18##

##med19##

##med20##

##med21##

##med22##

##med23##