Nú er Sävehof fjórðfremst

Ísak Vedelsbøl og liðfelagarnir í Sävehof eru ósigraðir í fýra teimum seinastu dystunum

Ísak Vedelsbøl og liðfelagarnir í Sävehof eru í einari góðari gongd í bestu svensku hondbóltsdeildini.

 

Í dag eydnaðist tað Sävehof á heimavølli í Partille at vinna 34-31 á Helsingborg. Í steðginum var Sävehof frammanfyri við tveimum málum, 19-17.

 

Ísak fekk tveir málmøguleikar, og hann setti báðar í netið. Ísak legði eisini upp til eitt mál (assist).

 

Sävehof er fjórðfremst í deildini við 10 stigum. Í seinastu fýra dystunum hevur Sävehof vunnið sjey av átta møguligum stigum.

 

Longu týsdagin klokkan 17.45 skal Sävehof í eldin aftur í høllini í Partille. Tá verður talan um dyst móti danska liðnum, Fredericia í bólki G í EHF European League.