Tað gekk javnt á fyrru hálvu av fyrra hálvleiki. VÍF var nakað avgjørdari í álopsspælinum, og mangan komu skotroyndirnar alt fyri eitt, meðan Neistin búkti heldur longri tíð um at koma til skot.
Tá klokkan á talvuni vísti 17:30 valdu Jan Ottosen og nýggi hájálparvenjarin, Henrik Gerster, at skifta Filip Jojic, sum hevur ein minni skaða í fótinum, og Rasmus Junker inn. Tá var støðan 8-6 til Neistan. Stutt frammanundan hevði VÍF tikið time-out, so tað var greitt, at nýggja venjaratoymið hjá VÍF vildu hava broyting í.
Fimm minuttir fyri hálvleik fekk VÍF ein útvísing, men hóast Neistin skoraði tvey flott mál, so megnaði VÍF tíggjar ferðir at fáa bóltin í málið hjá Neistanum. Tá farið varð til hálvleiks var støðan 12-12, og tað tykjast teir bláu úr Neistanum verða væl nøgdir við.
Spennandi seinni hálvleikur
Fyrsta triðingin av seinna hálvleiki heldur gongdin fram við at verða jøvn. Filip Jojic hevur trupulleikar av fótinum og er ikki eins sjónligur, sum hann plagar at vera. Seytjan minuttir inn í seinna hálvleik kom Neistin á odda við trimum 21-18. Fyri Neistan er málverjin, Mikkjal Hansen, gullverdur, meðan Teitur Magnusson og Terji Mørk ganga á odda í álopsspælinum.
Neistin er eitt fet frammanfyri alla seinnu hálvu av seinna hálvleiki. Teitur Magunsson leggur Neistan á odda 24-23 við einum minutti eftir. Filip Jojic javnar fyri VÍF. Neistin hevur bóltin og tekur time out tá hálvur minuttur er eftir. Neistin hevði eina seinastu roynd, men tað endaði við at skotið fór framvið málinum.
Sostatt endar dysturin við javnleiki 24-24.
Neistin væl nøgdur
Áki Mørk, venjari hjá Neistanum, var væl nøgdur við avrikið. Hetta er annar dysturin har Neistin tekur stig frá liði longur uppi á stigatalvuni. Teir vunnu á H71, og fáa nú eit stig móti VÍF. Eitt stig, sum kundi verið tvey.
– Vit hava møguleikan at vinna dystin, men bólturin fer í stongina og út, heldur enn stongina og inn, ásannar Áki og vísur til seinasta álopið í dystinum.
Áki hevur fyrr sagt við Sosialin, at málið fyri hetta kappingarárið bara er at menna liðið.
– Hetta broytir ikki upp á málsetningin, men vit skulu nokk arga fleiri av toppliðunum, sigur Áki Mørk.
Hann er fegin um avrikið í verjuni, men heldur at liðið manglar nakað í framrættaða spælinum.
– Vit standa aftur í dag sterkir í verjuni, men skora bara 24 mál. Vit skulu verða betri til at fáa mál áårenn verjan hjá mótstøðuliðnum er komin upp á pláss, tí við hava torført við at niðurbróta eina verju, sum er komin upp á pláss, greiður Áki frá.
Dagsins spælari var uttan iva Mikkjal Hansen, málverji hjá Neistanum. Hann hevði fleiri stórbjarginar, og spældi samanumtikið ein frálíkan dyst.
– Mikkjal stendur ótrúliga væl í dag, staður Áki Mørk.
Hetta var uttan iva ein strika í rokningini hjá VÍF, sum ikki fekk sítt skjóta spæl at rigga, meðan hetta er gott fyri sjálvsálitið á unga Neistaliðnum.
- - -
Neistin - VÍF 24-24 (12-12)
Neistin: Teitur Magnusson 8(Mynd), Terji Mørk 5, Jugoslav Djumic 4, Beinir Davidsen 3, Rói Hansen 1, Andras Joensen 1, Torstein Balle 1, Ári Roch 1
VÍF: Filip Jojic 5, Rasmus Junker 4, Holgar Durhuus 4, Martin Ritto 3, Andrias Eriksen 3, Agnar Joensen 2, Joen Pauli Høgnesen 1, Bárður Brimvík 1, Sámal Jákup Djurhuus 1