Javnaðarmaðurin Mikkjal Sørensen í Porkeri hevur í dag tikið sæti í Løgtinginum fyri Kristin Michelsen, sum hevur farloyvi frá tingarbeiðinum teir næstu 14 dagarnar.
Mikkjal Sørensen er triði varalimur hjá Javnaðarflokkinum, men av tí at teir báðir fremstu, Helena Dam á Neystabø og Kristoffur Gaardlykke, ikki kundi møta, samtykti Løgtingið, at Mikkjal Sørensen skuldi taka sæti fyri Kristin Michelsen.
Á løgtingsvalinum seinast fekk Mikkjal Sørensen 196 persónligar atkvøður.