Mikkjal vann grannauppgerð á Mikkjalsmessu frammanfyri 50.000 áskoðarum

AIK Stockholm hevur vunnið 28 av 30 møguligum stigum í 10 teimum seinastu dystunum

Tað gongur framvegis framúr væl hjá høvuðsvenjaranum hjá AIK Stockholm og hansara leikarum í bestu svensku fótbóltsdeildini, Allsvenskan.

 

Í dag spældi AIK Stockholm á heimavølli grannauppgerð móti Hammarby frammanfyri heili 50.000 áskoðarum.

 

Leingi sá út til, at dysturin fór at enda við javnleiki 0-0, men tveir minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat gjørdist John Guidetti stóra hetjan hjá AIK, tá hann skoraði sigursmálið til 1-0, tá hann gjørdist leysur í brotsteiginum hjá Hammarby.

 

At Mikkjal hevur vunnið á bæði Djurgården og Hammarby hevur alstóran týdning fyri AIK fjeppararnar.

 

AIK hevur vunnið 28 stig av 30 møguligum stigum í 10 teimum seinastu dystunum.

 

AIK liggur nú einum triðja plássi í deildini við 45 stigum, einum stigi meir enn Hammarby.

 

Og í dag er ógvuliga hóskandi: Mikkjalsmessa.

 

Komandi sunnudag klokkan 13 tekur AIK móti BK Häcken á heimavølli.