Tá Atlantic Airways í dag var á sínum fyrsta túri í Milano, var flogfarið fullsett, og á heimferðini vóru ferðafólk í øðrum hvørjum setri.
Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways, er væl nøgdur við undirtøkuna, sum Milano-rutan sær út til at fara at fáa í summar.
Flúgvitíðin úr Vágum til Milano tók tveir tímar og 45 minuttir, og heimferðin tók umleið ein tíma meira - ella tríggjar tímar og 45 minuttir.
Umleið helmingurin av ferðafólkunum á heimferðini vóru italiubúgvar og stjórin í Atlantic Airways var í løtum rættiliga umsvermaður av forvitnum tíðindafólkum, sum vilja vita meiri um flogfelagið og Føroyar.
Tað hevur stóran týdning fyri Atlantic Airways, at tað eisini fer at eydnast føroyskari ferðavinnu at fáa italiubúgvar heim til Føroya at ferðast, tí tá verður grundarlagið undir nýggju rutuni so mikið betri, dyggari og tryggari.
Í flogfarinum gjørdu flogternurnar sítt til, at øll fingu eina góða ferð, og á menu'ini í matbakkanum á heimferðini var eitt nú vælsmakkandi føroyskur laksur.
Føroyingar, sum fóru til Milano við Atlantic Airways í morgun, høvdu ymisk ferðamál á skránni. Fleiri skuldu leiðina upp til Gardarsjógvin, onkur familja hevði leigað sær bil og ætlaði at koyra víða um - og onkur bólkur skuldi á cruise-ferð á Miðjarðarhavinum.
Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways, er bjartskygdur, bæði um Barcelona og Milano-ruturnar, og soleiðis, sum gongdin hevur verið higartil, eins og útlitini eru longu nú í summar, bendir alt á, at føroyska flogfelagið hevur rakt seymin á høvdið, tá ræður um ferðamál suðuri í Evropa.